Sendingin SportBoxin, sum verður á Rás2 fyrrapartin verður burturav um finaluna um løgmanssteypið millum B36 og NSÍ.
Í fyrra tímanum hoyra vit gyltu løturnar í hálvfinaluni, sum gjørdu tað møguligt hjá NSÍ og B36 at vinna seg í finaluna. Vit hoyra eisini NSÍ-fjepparan, Jóhann Johannesen og B36-fjepparan, Boga Simonsen. Umboð fyri B36 og NSÍ fortelja eisini um alt tað, sum feløgini skipa fyri við Løkin í Runavík, og í Gundadali í Havn í samband við steypafinaluna. Vit fara eisini at hoyra hvat umboð fyri hini átta liðini í effodeildini vænta av steypafinaluni.
Í seinna tímanum verður prátað við høvuðsvenjaran hjá B36, Jákup á Borg, og høvuðsvenjaran hjá NSÍ, Anders Gerber. Vit hoyra eisini ítróttarredaktørin hjá Miðlahúsinum, Trónd Arge meta um steypafinaluna.
Øll kunnu hoyra sendingina á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95,9 og á FM 98,7.









