Upptakt til B36-HB: Ósamdir grannar

(Kykmyndir) Andrew av Fløtum og Tórður Thomsen er ósamdir í tippingini til grannauppgerðina í kvøld

Aftur hetta vikuskiftið hittast B36 og HB. Seinast var í steypakappingini. Hesa ferð møtast tey í fjórða umfari í Effo-deildini.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja sjónbandabrotið

 

Andrew av Fløtum vónar at HB kann halda fram við skjóta spælinum og endurvinna dystin um havnina.

 

Tórður Thomsen vónar hinvegin, at B36 kann lukka av í verjupartinum. Hóast hópurin hjá B36 er nakað tunnur, so vónar málverjin, at B36 kann vinna uttan at HB skorar.

 

Grannauppgerðin millum B36 og HB verður í kvøld klokkan 18. Rás2 sigur beinleiðis frá dystinum. Byrjað verður at senda longu klokkan 15.