Tað er stórdystur í Parkini í Keypmannahavn í dag, tá Kroatia og Spania skulu spæla 1/8 finalu í EM. Bæði liðini eru í nýggjari støðu. Kroatia syngur á seinasta versi við Luka Modric á odda, meðan Spania syngur fyrsta vers í einum nýggjum veruleika.
Kroatia kom í HM-finaluna í 2018. Tað er størsta avrikið hjá Kroatia á fótbóltsvøllinum. Síðani eru spælarar sum Ivan Rakitic og Mario Mandzukic givnir, meðan spælarar sum Luka Modric og Ivan Perisic syngja á seinasta versi í toppinum av altjóða fótbólti.
Kroatia vísti í bólkaspælinum, at tað enn eru kontur í monnum. Luka Modric hevur skorað eitt av flottastu málunum til EM-endaspælið, meðan Ivan Perisic hevur leverað. Avbjóðingin hjá Kroatia er korona. Ivan Perisic hevur fingið koronu og verður ikki við í dag, meðan Dejan Lovren hevur leikbann. Fyrrverandi miðverjin hjá Liverpool hevur stóran týdning fyri verjupartin hjá Kroatia.
Við hesum er upplagt at halda, at Spania er favorittur. Teir hava tó víst seg ikki at hava somu styrki, sum vit hava kent seinnu árini. Tað gongur illa at skjóta mál og verjuparturin hevur heldur ikki verið heilt sannførandi.
Luis Enrique, spanskur landsliðsvenjari, hevur eisini valt eitt lið við fleiri nýggjum andlitum. Hann ynskir at brúka EM-endaspælið til at spæla fleiri ungar spælarar inn. Hetta við tí fyri eyga, at byggja eitt lið til komandi HM og EM-endaspølini, sum verða innanfyri komandi trý árini.
1/8: Kroatia – Spania (17.00)
Dómari: Cüneyt Çakır, Turkaland
Leikvøllur: Parkin (Danmark)
Væntaðar uppstillingar:
Kroatia (4-3-3): Livakovic - Vrsaljko, Caleta-Car, Vida, Barisic - Kovacic, Brozovic, Modric - Brekalo, Kramaric, Vlasic
Spania (4-3-3): Simon - Azpilicueta, Laporte, Garcia, Alba - Pedri, Busquets, Koke - Sarabia, Moraa, Moreno











