Í kvøld eru seinnu hálvfinalurnar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Í Runavík hittast NSÍ og KÍ klokkan 18.30, og klokkan 19:00 verður dysturin ímillum Víking og Skála sparkaður í gongd í Sarpugerði í Norðragøtu.
Gestur í FSF Varpinum hesaferð er Jóannes Jakobsen, hjálparvenjari hjá landsliðnum. Mett verður um seinnu hálvfinalurnar, og sambært Jóannesi, so verða tað KÍ og Víkingur, ið spæla seg í finaluna.
Í fyrri dystinum millum KÍ og NSÍ endaði við tryggum 4-1 sigri til heimaliðið, meðan fyrri dysturin millum Skála og Víking endaði við teprum 1-0 sigri til útiliðið.