Tað er ongin ivi um, at Frakland er stórfavorittur til 1/8 finaluna móti Sveis í kvøld. Frakland er verandi heimsmeistari og hópurin telur fleiri av heimsins størstu stjørnum. Skal Sveis gera ein vørr, so skal liðið spæla sín lívsdyst.
Frakland vann bólk F, sum eisini bleiv nevndur krútbólkurin. Frakland vann bólkin frammanfyri londum sum Týsklandi og Portugal. Spælið hevur ikki verið so sannførandi, at Sveis ongan kjans hevur í kvøld, men tá nú Karim Benzema eisini koma í gongd, so telur Frakland narkar av bestu framrættaðu spælarunum heiminum.
Sveis hevur leingi verið roknað sum eitt torført lið at spæla ímóti. Teir eru væl samanspældir og hava í spælarum sum Xherdan Shaqiri Breel Embolo eina keldu til mál. Spurningurin er so um tað er nokk móti Fraklandi.
Tað er breið semja um, at Frakland er stórfavorittur, men alt skal avgerast í einum dysti. Tað kann verða ein fyrimunur fyri Sveis. Í ringasta føri koma teir til brotssparkskapping við at halda málið reint.
1/8: Frakland – Sveis
Dómari: Fernando Andres Rapallini, Argentina
Leikvøllur: Arena Națională, Bukarest
Frakland (4-3-3): Lloris – Pavard, Varane, Kimpembe, Hernandez – Pogba, Kanté, Tolisso – Griezmann, Benzema, Mbappé
Sveis (3-4-1-2): Sommer – Elvedi, Akanji, Rodriguez – Widmer, Freuler, Xhaka, Zuber,-- Shaqiri – Embolo, Seferovic