Upptakt: Heimsmeistarar og favorittar

EM 2020: Frakland hevur óiva navnframasta og sterkasta hópin á pappírinum

Tað ber ikki til hjá Fraklandi, at renna undan favorittleiklutinum til EM-endaspælið. Teir eru verandi heimsmeistarar og hópurin er ikki blivin verri síðani seinast. Frakland var eisini í EM-finaluni í 2016, men tapti tá fyri Portugal.

 

Tú kanst fara gjøgnum alt liðið og tað eru sterkir spælarar á øllum plássum. Frá Hugo Lloris í málinum til Raphaël Varane í miðverjuni til N'Golo Kanté á miðvøllinum til Kylian Mbappé í álopinum.

 

Liðið hevur fáar – um nakrar veikleikar. Onkur heldur fyri, at bakkarnir ikki eru nóg framrættaðir, meðan onnur halda at Karim Benzema kann verða eitt órógvaði íkast til hópin. 33 ára gamli áleyparin hevur ikki veirð á landsliðnum í fleiri ár, orsaka av eini sak um penganoyðslu.

 

Tað eru longu tekin um, at tað er órógv í hópinum. Oliver Giroud gramdi seg eftir seinasta dyst, at Kylian Mbappé ikki spældi honum bóltin oftari. Hetta kann blíva avbjóðingin hjá Fraklandi, sum fyrr er farin í upploysn til eitt endaspæl.

 

Frakland er favorittur at vinna EM, men longu í fyrsta dystinum fáa vit eina ábending um standin í hópinum, tá teir møta Týsklandi.

 

Bólkur F:

 

Frakland-Týskland (20.00)

 

Dómari: Carlos del Cerro Grande (Spania)

 

Leikvøllur: Football Arena Munich, Týskland

 

Frakland: Lloris; Pavard, Varane, Kimpembe, Hernández; Pogba, Kanté, Rabiot; Griezmann, Benzema, Mbappé

 

Hópurin hjá Fraklandi:

 

Málverjar:

 

Hugo Lloris, Tottenham,

 

Steve Mandanda, Marseille

 

Mike Maignan, Lille

 

 

 

Verjuspælarar:

 

Lucas Digne, Everton

 

Leo Dubois, Lyon

 

Lucas Hernandez, Bayern München

 

Presnel Kimpembe, Paris Saint-Germain

 

Jules Koundé, Sevilla

 

Clément Lenglet, Barcelona

 

Benjamin Pavard, Bayern München

 

Raphael Varane, Real Madrid

 

Kurt Zouma, Chelsea

 

 

 

Miðvallarar:

 

N’golo Kante, Chelsea

 

Thomas Lemar, Atlético Madrid

 

Paul Pogba, Manchester United

 

Adrien Rabiot, Paris Saint-Germain

 

Corentin Tolisso, Bayern München

 

Moussa Sissoko, Tottenham

 

 

 

Áleyparar:

 

Wissam Ben Yedder, Monaco

 

Karim Benzema, Real Madrid

 

Kingsley Coman, Bayern München

 

Ousmane Dembele, Barcelona

 

Olivier Giroud, Chelsea

 

Antoine Griezmann, Barcelona

 

Kylian Mbappe, Paris Saint-Germain

 

Marcus Thuram, Borussia Mönchengladbach