Upptakt: Frakland – Avstralia

HM 2018: Franski landsliðsvenjarin velur teir ungu

Í dag verða ikki færri enn fýra dystir í HM-endaspælinum í Russlandi. Tveir av teimum eru í bólki C, har londini eru Frakland, Danmark, Avstralia og Peru. Frakland er stórfavorittur móti Avstralia.

 

Bólkur C:

Frakland – Avstralia

Kazan Arena, Kazan

Dómari: Andres Cunha (Uruguay)

 

Frakland hevur so breiðan hóp, at størsti spurningurin er hvønn venjarin, Didier Deschamps, skal velja frá til byrjan. Altjóða miðlar vænta, at hann fer at velja fleiri av teimum ungu spælarunum til dystin móti Avstralia. Tað merkir millum annað, at mett verður at Kylian Mbappé og Osumane Dembélé byrja inn í álopinum saman við Antoine Griezmann. Frakland hevur næstyngsta hópin til HM. Bara Nigeria hevur ein yngri hóp.

 

Møguligt uppstilling: (4-3-3): Lloris – Pavard, Varane, Umtiti, Hernandez – Pogba, Kanté, Tolisso – Mbappé, Griezmann, Dembélé

 

Avstralia hevur ikki eitt so sterkt landslið, sum teir onkuntíð hava havt fyrr. Millum álitini er 38 ára gamli Tim Cahill, sum nokk toppaði fyri skjótt tíggju árum síðani. Fótbóltslagið í Avstralia er heldur ikki so gott. Liðið hevur ikki longur spælarar í stóru deildunum ella feløgunum í Evropa. Tosað verður um, at ungir spælarar eru á veg, men fáir av teimum eru við í hópinum.

 

Møguligt uppstilling: (4-2-3-1): Ryan – Risdon, Sainsbury, Milligan, Behich – Mooy, Luongo – Leckie, Rogic, Kruse – Nabbout

 

Veddingarfyritøkurnar siga: (Ferðir pengarnar aftur)

Frakland vinnur: 1,3

Javnleikur: 7,5

Avstralia vinnur: 12

 

Sjónvarp:

Dysturin verður vístur á KVF og DR1