Upptøkurnar ganga væl

Gestir heva seinastu vikuna verið í Lundgaard upptøkuhølunum í Vejen í Jútlandi. Teir lata væl at, og siga at upptøkurnar ganga betur enn væntað, teir hava longu tikið upp umleið helvtina av tilfarinum, ið verður á fyrstu fløguni hjá bólkinum.



Veðrið er gott, og umstøðurnar í upptøkuhølunum eru frálíkar, tó siga teir seg verða eitt sindur irriteraðar av øllum teimum insektunum, sum plága teir orsakað av góða veðrinum.