Uppstillaður til býraðið

   

Rasmus A. Joensen, Valevni Sambandsfloksins til Tórshavnar býráð
???????

Í sambandi við kommunuvalini, ið nú eru fyri hondum, fari eg, sum ein teirra, ið eri uppstillaður á Sambandslistanum í Havnini, at siga nakað um býráðsarbeiðið, soleiðis sum eg síggi tað.
Arbeiðið kann eftir míni meting, býtast upp í fleiri partar. Tríggir teirra eru
?Støðan sum hon er í dag,
útgangsstøðan
?Ætlanir fyri farmtíðina
?Vanligi gerandisdagurin

Tað er sjálvsagt, at allur politikkur tekur støði í støðuni, sum hon er í dag, og haðani frá verður so sett út í kortið - ætlanir lagdar fyri framtíðina.
Summar av hesum ætlanum eru fyri styttri tíðarskeið og aðrar fevna um longri tíðarskeið.
Tær stuttu eru ein vegastubbi, ein rundkoyring, fíggjarætlanin fyri næsta árið og líknandi. Tær longru eru byggiætlanir við øllum tí, tær hava við sær og langtíðarfíggjarætlan.
Vanligi gerandisdagurin er allir teir fyrispurningar og uppskot, ið dagliga koma til býráðið og sum verða lagdir fyri umsiting og nevndir, at taka støðu til. Bygging av hjalli, kvist á húsini, blihús v.m.
Í gerandisdegnum er eisini sera umráðandi, at skipa soleiðis fyri, at tey mongu fólkini, ið arbeiða hjá kommununi, trívast og hava eitt gott arbeiðspláss.
Onnur mál eru uppskot frá borgarunum um tiltøk, sum teir eru áhugaðir fyri, og sum teir meta fara at skapa størri trivna í býnum. Eg hugsi um mentanartiltøk og ítróttartiltøk av ymsum slagi.
Uppgávurnar hjá býráðnum eru mangar, og eri eg millum teirra, ið bjóða seg fram til at loysa tær.