Beint fyri døgurða mikudagin kom Pressarin hjá Tórshavnar Skipasmiðju á Havnina við bátinum "Malik", sum var uppsteðgaður við Kirkjubønes. Malik er ein gamal grønlendskur bátur, sum seinastu tíðina hevur ligið á Miðvági. Vandi var ongantíð fyri bátinum ella nøkrum umborð.