Kolvetnislógin var fyrimyndin, tá løgtingið í fjørsummar broytti elveitingarlógina, soleiðis at meira ferð kom á útbyggingar av vindorku í Føroyum.
Vinnumálaráðið ásannaði, at galdandi elveitingarlóg var ov stirvin. Sambært lógini skuldu allar útbyggingar við vindorku bjóðast út, og tað var ein bremsa fyri útbygging av grønum orkukeldum, metti landsstýrismaðurin, sum tí kom í løgtingið við lógarbroyting, ið strikaði kravið um útbjóðing.
Men lógaruppskotið, ið sambært landsstýrismanninum skuldi seta ferð á útbygging av grønari orku í Føroyum, kundi hava eina skaðiliga ávirkan, metti løgtingið. Lógarbroytingin kundi vísa seg at vera í andsøgn við høvuðsmálið í elveitingarlógini frá 2007 um at fáa kapping á elveitingarøkið. Uttan útbjóðing, eingin kapping.
Loysnin bleiv funnin í kolvetnislógini. Har verður sonevnda ”open-door” princippið brúkt. Tað merkir í stuttum, at øll feløg til eina og hvørja tíð hava møguleika at bjóða upp á eitt øki. Tá mynduleikin so tekur ímóti tilboðnum, skal myndugleikin almannakunngera, at nú liggur eitt tilboð á borðinum, og so fáa onnur áhuga eitt avmarkað tíðarskeið at bjóða upp ímóti.
Leisturin varð førdur inn í elveitingarlógina, ið løgtingið samtykti 31. mai í fjør, og broytta lógin varð síðani lýst, 7. juni í fjør.
Tilboðið
Ætlanin hjá SEV um eina stóra vindmyllulund, ið kann tálma vaksandi útreiðslurnar av at fylla oljutangarnar á Sundi, sá dagsins ljós undir samgongusamráðingunum á Gamla Apoteki fyrst í november 2011. Táverandi stýrisformaður, Páll á Reynatúgvu, hevði uppskotið við sær til politikarar úr øllum flokkum, ið av givnum orsøkum vóru savnaðir á Gamla Apoteki hesar dagarnar.
- Men uppskotið kundi ikki gjøgnumførast, tí sambært elveitingarlógini skuldi øll vindorka bjóðast út, staðfestir Hákun Djurhuus ídag.
Stjórin í SEV var tí klárur, tá elveitingarlógin varð broytt, fyrst í juni í fjør.
- Ja, vit vildu starta prosessina sum skjótast, og løgdu tí eina ætlan á borðið beinanvegin, sigur Hákun Djurhuus.
Umsóknin varð send Vinnumálaráðnum 15. juni 2012. Í umsóknini verður víst til ætlanina frá november 2011. Eisini biður SEV landsstýrismannin um at arbeiða skjótt og avgreiða umsóknina, soleiðis at SEV sleppur í gongd beinanvegin. Tí um skjótt verður borið at, kann vindmyllulundin takast í nýtslu árið eftir, tað vil siga á sumri 2013.
Jarðfeingi, ið umsitur elveitingarlógina vegna Vinnumálaráðið, brúkar lógarbroytingina frá juni til at lofta umsóknini frá SEV.
26. juli boðar Jarðfeingi almenninginum frá, at stovnurin hevur móttikið eina umsókn um loyvi til at seta upp 13 vindmyllur í Húsahaganum, ið skulu framleiða 11,7 megawatt út á elnetið. ”Áhugað kunnu søkja um sama loyvi, á sama stað ella øðrum hóskandi staði, eftir nærri ásettum treytum,” sigur Jarðfeingi, ið setir freistina at søkja til 15. oktober.
- Vit reagera út frá hesum, og lata tí okkara tilboð inn, sigur Jóhan í Niðristovu, stjóri í Vindrøkt, sum brúkti nýggju heimildina í elveitingarlógini til at bjóða upp ímóti.
Men tá avtornaði og konvuluttarnir latnir upp, tapti Vindrøkt kappingina við SEV. Fyri stjóran í Vindrøkt stendur tó tað eftir, at Jarðfeingi tók ímóti og viðgjørdi eitt nýtt tilboð frá SEV, heldur enn at fyrihalda seg til upprunatilboðið frá juni.
- Jarðfeingi hevur ikki viðgjørt málið rætt í mun til lógina, tá myndugleikin at síggja til als ikki hevur viðgjørt umsóknina frá SEV frá 15. juni 2012, men heldur velur at síggja burtur frá hesari og loyva SEV at lata inn nýggja og munandi broytta umsókn, sigur stjórin í Vindrøkt, sum tí kærdi viðgerina hjá Jarðfeingi til Vinnukærunevndina.
Hákun Djurhuus, stjóri í SEV, hevur eina aðra fatan av støðuni.
- Fingu vit at vita, at vit bara høvdu eitt skot í byrsuni, so høvdu vit sjálvandi latið eitt meira fullfíggjað tilboð inn. Men fyri okkum hevði tað týdning at starta prosessina beinan vegin eftir lógarbroytingina, og tí sendu vit eina ætlan inn beinanvegin, sigur Hákun Djurhuus.
Stjórin í SEV hevur ilt við at fyrihalda seg til ”open-door” princippið úr kolvetnislógini. Og Hákun Djurhuus heldur ikki, at umsóknin hjá SEV frá juni 2012 skal takast sum eitt endaligt tilboð.
- Vit vístu á, at hatta var okkara ætlan. Myndugleikin valdi so at bjóða vindmyllulundina út, og vit reageraðu upp á tað og komu við einum endaligum tilboði, ið vísti seg at vera bíligast, sigur Hákun Djurhuus.
Jarðfeingi, ið umsitur elveitingarlógina, hevur í dag ongar viðmerkingar til málið.
- Nei, eg havi ikki hug at diskutera, hvørt talan var um eitt ella tvey tilboð frá SEV. Málið liggur í Vinnukærunevndini, sum nú skal taka eina støðu, sigur Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi.
Jarðfeingi umsitur eisini kolvetnislógina, og Petur Joensen váttar tó, at greiðir parallellir eru millum báðar lógirnar.
- Jú, parallellurin er, at hurðin er altíð opin, um onkur bjóðar upp á eitt øki, sigur Petur Joensen, ið tó ikki vil útgreina í smálutir, hvussu Jarðfeingi eigur at agera, tá eitt tilboð kemur á borðið.
Samanberingin
Parallellurin millum kolvetnislógina og broyttu elveitingarlógina hevur tó áhuga í Vinnumálaráðnum. Í januar vórðu stjórnarnir fyri Statoil og Atlantic Petroleum boðsendir á fund í Vinnumálaráðnum fyri at greiða frá ”open door” princippinum í oljuvinnuni. Sambært fundarfrásøgnini staðfestir Rúni M. Hansen, at meðan freistin hjá øðrum rennur, fara samráðingar ikki fram við nakran av umsøkjarunum. Heldur ikki tann, sum við síni umsókn setti open-door prosessina í gongd. Umsøkjarin, sum upprunaliga sendi umsókn inn, kemur heldur ikki við nýggjum ella broyttum boði, upplýsti Rúni M. Hansen millum annað fyri Vinnumálaráðnum.
Søren Pram Sørensen, leiðandi løgfrøðingur í Vinnumálaráðnum, upplýsir, at tað var landsstýrismaðurin, sum bað um at fáa kunning um open-door princippið í kolvetnislógini. Orsøkin var ónøgd hjá Vindrøkt við Jarðfeingi, sum sambært Vindrøkt ikki helt seg til open-door princippið.
Petur Joensen, stjóri í Jarðfeingi, fekk eisini frágreiðingina frá oljustjórunum.
- Vit hava ikki biðið um frágreiðingini. Men jú, eg lurti eftir, hvat er sagt. Men vit hava so einki broytt í somáta, ljóðar stutta svarið frá Peturi Joensen.
Jarðfeingi hevur annars, í tveimum umførum, biðið advokatin Annfinn V. Hansen um at gera eina løgfrøðiliga meting av broyttu elveitingarlógini og eftirfylgjandi tilboðnum hjá SEV.
Í stuttum siga notatini frá Annfinni V. Hansen, at upprunaliga umsóknin altíð má vera grundarlagið fyri at bjóða eina vindmylluætlan út til onnur at søkja. Er umsóknin ov vánalig, má Jarðfeingi havna umsóknini og antin biðja viðkomandi um at søkja av nýggjum, ella kann Jarðfeingi sjálvt bjóða projektið út. Hinvegin er einki til hindurs fyri, at SEV fær høvi til at lata inn tilfar at viðgera saman við síni upprunaligu umsókn, og at tað verður latið inn samstundis sum aðrir umsøkjarir lata inn sína umsókn, metir advokaturin.
Vindrøkt, sum kærdi málið, heldur at Jarðfeingi er farið ov lætt um ásetingarnar fyri, nær eitt tilboð nú eisini er eitt tilboð, ið setir eina open-door prosess ígongd.
- Var upprunaliga umsóknin so ófullfíggjað, at hon ikki kundi verða viðgjørt uttan at vaksa úr fýra upp í 38 síður og við einum øðrum prísi, so átti Jarðfeingi at havt havnað umsóknini og ikki lýst eftir øðrum umsøkjarum, sigur Jóhan í Niðristovu og heldur fram:
- Var umsóknin hinvegin egnað at verða viðgjørd og harvið seta prosessina ígongd, so má viðgerðin hjá myndugleikanum taka støði í upprunaligu umsóknini og grundleggjandi upplýsingunum har.
Vinnukærunevndin hevur fund mánadagin. Tá verða partarnir innkallaðir, og síðani sker nevndin ígjøgnum.
FAKTA:
Grein-5, stk. 3 í Elveitingarlógini, eftir lógarbroyting frá 7. juni 2012:
Um umsókn er komin um at veita loyvi til framleiðslu úr vindorku, uttan at alment er lýst eftir umsóknum, og landsstýrismaðurin metir, at umstøðurnar og umsóknin tala fyri, at umsóknin eigur at verða viðgjørd, skal landsstýrismaðurin gera av, at loyvi bert kann verða givið aftaná, at alment hevur verið lýst, at umsókn um loyvi er móttikin, og at onnur áhugað kunnu søkja um sama loyvi við eini freist upp á í minsta lagi 60 dagar frá tí, at lýst varð.










