Trygvi Mortensen, ið er venjari hjá oddaliðnum, NSÍ, heldur eins og Petur Reinert, at nógvi kavin í uppstartinum hevur darvað time’ingina til fótbóltsspælið nógv, og kann vera ein av orsøkunum til nógvu reyðu kortini í Effo-deildini.
- Eins og í øðrum feløgum, so hevur ringa veðrið í uppstartinum darvað okkara fyrireikingar. Av teimum venjingardystunum sum vit hava spælt, eru bert 2-3 spældir í rímuligum líkindum, meðan nógvir av hinum hava verið spældir í kava ella ringum líkindum.
- Hetta hevur havt eina ávirkan fyri at so nógv kort eru komin tíðliga í kappingini, tí time’ingin í takklingunum og í fótbóltsspælinum, er kanska ikki sum hon átti at verið.
Hann heldur harafturat eisini, at linjan hjá dómarunum er ymisk.
- Vit hava sæð nakrar dystir í ár, har reyð kort saktans kundu verið givin, sum ikki hava givið, og so hava vit eisini sæð dystir, har sum reyð kort eru givin, sum kanska yvirhøvur ikki hava verið reyð kort.
Trygvi Mortensen eftirlýsir tí eina greiðari linju frá dómarunum. Hann heldur at avgerðirnar eru alt ov skiftandi frá dómara til dómara.
Óansæð nógvu reyðu kortini, so hava Trygvi Mortensen og hansara menn fingið eina góða byrjan í Effo-deildini. NSÍ liggur í løtuni á fyrsta plássið í Effo-deildini við 9 stigum fyri 4 dystir.