Á forsíðuni í Oyggjatíðindum í gjár 18. september hevur blaðið ?avdúkað?, at persónar í leiðsluni á Landssjúkrahúsinum hava luttikið á kostnaðarmiklum yvirlivilsisskeiði hjá Carsten Mørch. Hetta er tann reini uppspuni og hevur einki við veruleikan at gera.
Landssjúkrahúsið er ein stórur stovnur, og leysatíðindi kunnu skjótt fáa stórar dimensjónir. Tí er týdningarmikið at rætta hesa søguna beinanvegin.
Tað er umráðandi fyri Landssjúkrahúsið, at leiðsluuppgávan verður tikin í álvara. Sjúkrahúsleiðslan hevur tí sett sær sum mál at menna leiðslurnar innan tey ymsu økini. Sum ein íblástur til hetta var Carten Mørch í endanum av mai mánaði og helt ein fyrilestur í nakrar tímar fyri leiðslubólkinum. Tað var eitt væleydað tiltak, og leiðslan fekk góðan íblástur í arbeiðinum at menna Landssjúkrahúsið - og tað var alt.










