Uppsøgnin hjá Ivan Niclasen ógyldug

Rættiligt klutur er komið í uppsøgnina av kringvarpsstjóranum. – Alt varð gjørt skeivt, tá Ivan Niclasen varð sagdur úr starvi sum kringvarpsstjóri

Tað sigur Christian Andreasen, sum er advokatur hjá frákoyra kringvarpsstjóranum, Ivan Niclasen. Hann er nú komin upp í málið um uppsøgnina.

Og hann sigur við Kringvarið, at kringvarpsstýrið hevur brotið allar reglur fyri málsviðgerð, sum skal vera, tá eitt alment starvsfólk skal sigast úr starvi.

Tað var í tíðindunum í útvarpinum klokkan 15 týsdagin, at formaðurin í kringvarpsstýrinum, Rógvi Olavson, boðaði frá, at Ivan Nicalsen varð koyrdur úr starvinum sum kringvarpsstjóri. Mikudagin varð boðað frá, at Katrin Petersen, tíðindaleiðari, verður fyribilsstjóri í Kringvarpinum.

In.fo hevur tosað við Ivan Niclasen, men hann hevur einki at siga um málið.

Nú er støðan heldur fløkt, og helst verður kringvarpsstýrið noytt at viðgera málið av nýggjum.

Rógvi Olavson segði við Kringvarpið, at hann helt seg hava eina avtalu við Ivan Niclasen um eina fráfaringaravtalu. Men tann avtalan er ikki gjørd.

Sambært Christiani Andreasen er Ivan Niclasen tí formliga enn stjóri í Kringvaprinum.