TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr seinna tíman av sendingini "SportBoxin" á Rás2, sum er fótbóltspanelið.
Gestur í dagsins fótbóltspaneli var Sonni L. Petersen, fyrrverandi framherji hjá NSÍ og EB/Streymi, og eisini fyrrverandi formaður í NSÍ.
Og tað er ikki uttan orsøk, at Sonni L. Petersen er fyrrverandi formaður í NSÍ. Tað er, sum Sonni greiðir gjølla frá uppslítandi at sita í nevnd hjá einum stórum fótbóltsfelagi í Føroyum, sum er í oddinum í effodeildini, og samstundis skal brúka nógva tíð og fyrireiking til at kappast í Europa League undankappingini, har óteljandi ting á einum checklista skulu avgreiðast. Gerandisdagurin er eisini sera umfatandi hjá einum nevndarlimi, har ein skal taka støðu til øllum frá effodeildini og til hví onkur ikki sleppur at byrja inni á U10b liðnum.
Tróndur Arge og Sonni L. Petersen umrøddu eisini ætlaðu útjavningarskipanina, sum hevur verið løgd fram fyri tey føroysku fótbóltsfeløgini.
Sonni L. Petersen metti eisini um 9. umfar í effodeildini hetta vikuskiftið:
Leygardagin klokkan 15: NSÍ-ÍF (Rás2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: KÍ-HB (Rás2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: Víkingur-TB/FCS/Royn (Rás2 sigur frá dystinum)
Sunnudagin klokkan 15: Skála-EB/Streymur
Sunnudagin klokkan 15: B36-07 Vestur