Uppskrift: Sjokolátakøka við avokado

Heilsuserfrøðingar hava bara gott at bera feitu fruktini avokado. Eitt nú verður sagt, at ein hálv avokado um dagin minkar vandan fyri bæði hjartasjúkum og krabbameini. Her er ein uppskrift upp á sjokolátakøku við avokado í. Uppskriftin var prentað í Sosialinum fyri einum mánaði síðani. 

 

Les eisini: Heilsuserfrøðingar: avokado er ein megnarfrukt

 

 

Tilfar:

2 avokadoir
2 dl av kokossukri
1 dl av ósøtaðum súreplamosi
3 egg 2 tsk av vanilju
¼ tsk av salti
1 dl av kakaopulvuri
40 gr av myrkari sjokolátu 92%
1 dl av kokostrevjumjøli
1 spsk av kokosolju

 

 

Sjokolátukrem:
1 avokado
40 gr av myrkari sjokolátu
92% 6 spsk av kokossukri
1 spsk av kokosolju
½ tsk av vanilju

 

 


Set bakarovnin á 175 stig

 

 

Koyr avokadoir, kokossukur, vaniljupulvur, súreplamos, kokosolju og egg í ein blendara, og blenda til ongir klumpar eru í deigginum. Smelta sjokolátuna yvir vatnbaði. Koyr sjokolátuna í blendaran og blenda eina løtu. Koyr síðani kokostrevjumjøl, kakaopulvur og salt í blendaran og blenda alt saman. 

 

 

Koyr deiggið í ein smurdan køkuform á 22x22 sentrimetrar og baka køkuna í 15 minuttir við 175 stigum. Ansa eftir, at køkan ikki verður ov nógv bakað.

 

 

Meðan køkan er í ovninum, verður sjokolátukremið gjørt. Smelta sjokolátu, kokosolju, kokossukur og vanilju yvir vatnbaði. Koyr síðani tilfarið í eina skál saman við avokadoini og blenda væl við einum stavblendara.

 

 

Tá køkan er kølnað, verður sjokolátukremið smurt á køkuna. Køkan skal helst standa kalt. Og hon smakkar allarbest dagin eftir.