Í heyst verður eitt uppskot um at gera undirsjóvartunnil til Suðuroyar, lagt fyri Løgtingið. Tað sigur Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum. Tinglimir, bæði í samgongu og í andstøðu, hava átalað hann fyri at liggja á málinum, tí tey duga ikki at síggja nakra framdrift í tí. Men Uni Rasmussen sigur, at arbeitt verður við tí og at ætlanin er at leggja eina verklagslóg um tunnilin fyri Løgtingið í heyst. Hann sigur, at hann hevur biðið umsitingina gera uppskotið klárt at leggja fyri Løgtingið.
Tá ið verklagslógin er løgd fyri Løgtingið ber til at fara undir sjálva projekteringin, og tað er ikki fyrrenn projekteringin er liðug, at vit heilt nágreiniliga fáa at vita, hvat tunnilin kostar. Tá ið greiða er fingin á tí, ber eisini til at fara at leita eftir fígging. Og metingarnar um kostnaðin er óguliga ymiskar. Summi hava roknað út, at hann kostar ímillum tríggjar og fýra milliardir, men Landsverk hevur tvíhildið um, at prísurin verður nærri seks milliardir.
Uni Rasmussen sigur, at hendan verkætlanin er so stór, at tað verður neyðugt at fáa mestsum alt Løgtingið at taka undir við ætlanini. Kanska verður tað onkur, sum ikki verður við í semjuni, men tað verður í hvussu so er ein stórur meiriluti, sum verður við í ætlanini, leggur hann afturat.
Tosað hevur verið um at brúka sama framferðarhátt sum við hinum undirsjóvartunlinun. Tað merkir, at eitt alment partafelag skal stovnast at standa fyri arbeiðnum, og arbeiðnum at útvega fígging. Uni Rasmussen vil ikki siga, hvussu arbeiðið skal skipast, men hann ásannar kortini, at eitt partafelag er tann skipanin, sum mest hevur verið tosað um – men tann endaliga avgerðin er ikki tikin enn.