Uppskotið, sum Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, ætlar at leggja fyri Løgtingið um kravdar hvílitíðir til tey, sum koyra lastbil og buss, er so ógreitt, at tað er ikki búgvið til at taka støðu til.
Tað heldur Kommunufelagið, og sostatt mælir felagið somuleiðis Løgtinginum frá at samtykkja tað. Harafturat harmast Kommunufelagið, at freistin at viðmerkja ætlanina, er so stut, at tað ber ikki til at geva tí ta viðger, eitt slikt mál eigur at fáa.
Les eisini: Nú skulu føroyskir bilførarar hava kravdar hvílitíir
Annars tekur tekur Kommunufelagið undir við at vit fáa tíðarhóskandi reglur um koyring og hvílutíðir, men uppskotið, sum nú fyriliggur, er so ógreitt, at tað ber ikki til at hava eina greiða meining um tað.
Tað stendur nevniliga í uppskotinum, at enn hevur eingin gjørt sær endaligar tankar um, hvussu hesar reglur kunnu lagast til føroysk viðurskifti. Kommunufelagið heldur, at hetta er ein greið ábending um, at eingin veit, hvussu tað endaliga fer at síggja út. Og felagið tekur ikki undir við, at lóggivið verður upp á henda mátan, tí í roynd og veru er hetta tað sama sum at leggja alt valdið í hendurnar á Landsstýrinum at gera av, hvussu endaliga lógin verður orðað.
Í hesum uppskoti fær løgtingið nevniliga einki ítøkiligt at viðgera, ella at taka støðu til, uttan tað, at Heðin Mortensen skal fáa heimild til at seta donsku reglurnar í gildi. Sostatt heldur Kommunufelagið, at at tað er neyðugt at fáa meiri kjøt upp á, og tí eigur hetta ikki at verða samtykt.
Les eisini: Hesi donsku krøvini mugu aldrin setast í gildi í Føroyum
Heldur eigur Landsstýrið at fyrireika málið betur, og at útvega fleiri upplýsingar um vinnuliga koyring í Føroyum. Og samstundis eigur Landsstýrið eisini at lýsa, hvørjir trupulleikar eru av, at bilførarar ikki fáa nóg nógva hvíld og harafturat eigur tað at verða kannað, hvørjar royndir bilaeigarar hava við koyritíðum og hvílutíðum.
Ikki fyrr enn tað arbeiðið er gjørt, er málið búgvið at gera eitt uppskot um, heldur Kommunufelagið.