Uppskotið um "óhefta" nevnd er reindyrkað fasisma

Fyri fáum vikum síðani ætlaði sitandi løgting at sníkja eina fullkomiliga órímiliga eftirlønarskipan ígjøgnum

 

Jóanes N. Dalsgaard


Fyri fáum vikum síðani ætlaði sitandi løgting at sníkja eina fullkomiliga órímiliga eftirlønarskipan ígjøgnum. Beint, sum hetta var um at eydnast, var ráðagerðin avdúkað. Straks fóru allir tinglimir til vaskifatið við hondum sínum. Summir tinglimir siga seg ikki vita hvat teir hava atkvøtt fyri. Aðrir siga lóggávuarbeiði vera so torskilt, at tey halda tað í sær sjálvum vera umbering fyri, at tey ikki hava skilt, hvat tey hava lóggivið um. Uppaftur onnur siga seg onga skuld hava, tí tey lótu vera við at atkvøða, tá málið var fyri í tinginum. Men sambært stýrisskipanarlógini telja einans tær atkvøður við, sum ljóða antin ja ella nei. Við øðrum orðum: Tann sum tegir samtykkir.

Hesin sjónleikur er í sjálvum sær margháttligur, komiskur ella tragiskur, alt eftir hvørjar brillur veljarin hevur sitandi á nøsini. Men aftanfyri hesar óvirðiligu kávalótir tingmanna og -kvinna stendur tann óunniliga sannroynd, at varð ráðagerðin ikki avdúkað, hevði tað eydnast sitandi løgtingi at innført eina fullkomiliga órímiliga eftirlønarskipan fyri landsstýrismenn. Eina eftirlønarskipan, sum hevði borið í sær, at ovurhonds peningavirði høvdu verið tikin úr lummanum hjá føroyskum løntakarum og pensionistum og løgd í lummarnar hjá longu vælbjargaðum politikarum.

Nú ráðagerðin er avdúkað, royna tingmenn og -kvinnur at "gera tað gott aftur". Havandi í huga tað fantastiska álitisbrot, sum tingið júst hevur framt ímóti Føroya fólkið, bar illa til at vænta, at umberingin til føroyska veljaran fór at vera serliga hjartalig. Men at umberingin skuldi vera enn ein ráðagerð, bert nógv ótýdligari enn hin fyrra, mundu fáir føroyingar duga at ímynda sær. Tann nýggja ráðagerðin er ein ætlan um at seta eina "óhefta" nevnd til, uttan um løgtingið, at áseta lønir og eftirlønir hjá løgtings- og landsstýrislimum.

Avgerandi fyri at eitt samfelag kann kallast demokratiskt er, at ovasti myndugleikin í samfelagnum er fólkavaldur. Føroyar kunnu kallast eitt demokratiskt samfelag, tí at Løgtingið, sum er ovasti myndugleiki í Føroyum, er fólkavalt. Men hetta vilja føroyskir politikarar nú broyta. Við at seta eina "óhefta" nevnd at áseta lønarviðurskiftini hjá løgtings- og landstýrislimum, fáa vit ein ikki-fólkavaldan myndugleika omanfyri Løgtingið. Verður uppskotið um at seta "óheftu" nevndina framt í verki er demokratiið prinsippielt avtikið í Føroyum. Vegurin liggur tá opin fyri at seta alskyns "óheftar" nevndir at avgera alskyns mál, sum í dag hoyra undir løgtingsins myndugleika. Vit kunnu vænta okkum "óheftar" nevndir, sum skulu áseta fólkapensión, kommunuskatt, játtan til sjúkrahúsverkið, spurningar um valrætt og valbæri, útnevna løgmann og so framvegis. Tílík "óheft" teknokratstýring er ikki bara ódemokratisk. Fyribrigdið, sum nevnist korporatisma, eykennir fasistisk diktatur!

Nú skal tað vera mær so óendaliga fjart, at skíra nakran ting- ella landsstýrislim at vera fasist. Men ein sannroynd er tað, at summi teirra fonglast í hesum døgum við nakrar av grundarsteinunum undir okkara demokratisku stýrisskipan í sovorðnan mun, at eitt fasistiskt stýrislag kann gerast endin. Men hvør uttan ein fasistur, vil arbeiða fyri einum fasistiskum stýrislag? Tað einasta svarið eg dugi at finna er, at tað er ein, sum ikki veit hvat hann/hon ger.

Í rættarskipan okkara er tað so, at eingin kann revsast fyri eina gerð, sum hann/hon fyri fávitsku ikki dugdi at síggja avleiðingarnar av. Eitt smábarn, sum spælir við eld, dugir ivaleyst illa at ímynda sær tann ræðuliga skaða, sum spælið kann gerast atvoldin til. Júst tí eiga vit ikki at lata smábørn spæla við eld! Á sama hátt mugu vit siga um teir politikarar, sum í hesum døgum spæla við demokratiska grundarlagið undir okkara samfelag, at teir ivaleyst ikki kunnu dragast til svars fyri tað teir gera, tí teir vita ikki hvat teir gera. Men júst tí eiga teir ikki at vera politikarar!

Samanumtikið hava vit seinastu dagarnar lært, at sitandi løgting er líka vandamikið fyri føroyska demokratiið, sum eitt smábarn við svávulpinnum er fyri eitt hoyggjhús. Føroyingar hava tí eitt í at velja til tess at bjarga demokratinum í Føroyum. Tað er, at krevja nýval beinanvegin.