Hóast Javnaðarflokkurin er ímóti at skerja blokkin, væntar landsstýrismaðurin í fíggjarmálaum at fáa meiriluta í Løgtinginum Karsten Hansen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur ikki slept ætlanini um at skerja 117 milliónmir krónur av ríkisveitingini. Við útvarpið hjá Kringvarpinum sigur hann, at uppskotið kemur í Løgtingið, og hann væntar eisini, at andstøðan fer at hjálpa, so uppskotið verður samtykt.
Javnaðarkvinnan Eyðgunn Samuelsen, sum er formaður í fíggjarnevndini, boðaði í síðstu viku frá, at Javnaðarflokkurin fer ikki einvíst at taka undir við at skerja ríkisveitingina.
Ætlanin er at gera eina nýggja tvey ára avtalu við donsku stjórnina um heildarveitingina, so hon verður tann sama í 2009 sum í 2008, men at hon skal minka minst 117 milliónir krónur í 2010.