Uppskotið sum hvarv

Íbúðarmarknaðurin skuldu gerast meiri áhugaverdur, og tað kastaði eisini eitt uppskot av sær, ið umfataði bæði lutaíbúðir og íbúðir til fólk við serligum tørvi.

Men uppskotið var so illa úr hondum greitt, at tað varð tikið aftur, og síðani hevur eingin hvørki hoyrt ella frætt um tað.
Tá kjakið um íbúðarmarknaðin veruliga tók seg upp um ársskiftið seinast var áhugin fyri málinum so stórur, at allir flokkar á tingi tóku undir við einum eftirfylgjandi uppskoti.
Trupulleikin var bert tann, at uppskotið var so illa úr hondum greitt, at landsstýriskvinnan, Rósa Samuelsen, valdi at taka tað aftur fyri at lúka feilir og lýti úr. Hetta var fyrst í apríl mánað í ár, men síðani hevur eingin hvørki hoyrt ella sæð nakað til hetta annars so skilagóða uppskot.
Nú veit eg væl, at Rósa Samuelsen hevur nógv um oyruni og at hálað og skrykt verður í hana frá øllum síðum og kantum. Men hetta uppskotið var í botn og grund so skilagott og frameftir rættað, at tað er bæði synd og skomm, skal tað enda í gloymskunar havi og aldrin koma fyri ein dag aftur.
Nú er farið um seinasta framløgudag í Løginginum, og neyðugt er hjá landsstýrinum at savna undirskriftir fyri at fáa nøkur av teimum uppskotunum, sum liggja á láni, við í viðgerðina, áðrenn Tingið fer í summarfrí. Spurningurin er so, um uppskotið um tillagingar í íbúðarmarknaðinum er millum hesi ella ikki.
Nógvir sera góðir tankar lógu í uppskotinum. Eitt nú skuldi Húsalánsgrunnurin umskipast soleiðis, at hann eisini kundi fíggja alternativar íbúðir, bæði tá talan var um lutaíbúðir og alternativar íbúðir til fólk við serligum tørvi.
Kreppa herjar um allan heim, og sjálvt um hon ikki rakar so hart her á landi sum aðrastaðni runt kring okkum, so merkist hon. Serliga í vinnum sum byggivinnuni. So her er ein gyltur møguleiki at sláa tvær flugur við einum slagi, tí samstundis sum vit eggja til alternativa bygging, sum kemur fólki tilgóða, stuðla vit undir eina byggivinnu, sum gongur gjøgnum trongar tíðir.
Tað, sum ger tað eyka harmiligt, at uppskotið nú eftir øllum at døma heilt er horvið, er, at tað skuldi so ómetaliga lítið til fyri at leggja tað fyri aftur Tingið. Nakrar fáar tillagingar í tekstinum, og uppskotið er væl og virðiliga borðbart.
Men hóast sum longu nevnt eitt samt Løgting vildi fremja broytingarnar á íbúðarmarknaðinum, so hevur eingin frætt frá tí aftur, og eingin hevur heldur eftir øllum at døma spurt eftir tí.
Mær vitandi er júst íbúðarmarknaðurin ein týðandi partur av samgonguskjalinum, men altso ikki so týðandi, at nakar tímir at spyrja eftir tí.
So, Rósa Samuelsen. Kunnu vit fáa at vita, um íbúðaruppskotið er horvið, slept ella støðan bara er soleiðis, at tey mál, ið mest ljós verður varpað á, verður arbeitt við, meðan hini bara verða gloymd burtur.