Uppskotið hjá landsstýrismanninum

Soleiðis ljóðar eykajáttanaruppskotið hjá Johan Dahl, landsstýrismanni, á síðu 30:

Á fíggjarlógini fyri 2010 er avlopskravið hjá Rúsdrekkasølu Landsins hækkað nær um 50 prosent. Fyri at røkka økta avlopskravinum eru millum annað ætlaðar dagføringar útsettar, yvirtímar og stórur partur av tímaløntum starvsfólkum spard burtur, umframt at prísirnir eru hækkaðir.
Størsta príshækkingin er løgd á brennivín. Rúsdrekkasølan hevur staðfest, at hóast príshækkingina eru ikki lutfalsliga fleiri inntøkur komnar, og skyldast hetta fall í søluni og broyting í søluni, har kundin nú velur tey bíligaru produktini fram um kvalitetsproduktini.
Prísvøksturin hevur verið so tálmandi, at Rúsdrekkasølan ikki fær lutfalsliga meiri inntøkur í 2010 enn í 2009. Nýggjastu metingarnar vísa, at játtaða avlopið verður 1,6 milliónir krónur lægri, enn játtanin tilskilar.
Í eini roynd at røkka avlopskravinum fer Rúsdrekkasølan at kanna møguleikarnar fyri at opna ein eksklusivhandil í SMS, kanna møguleikarnar fyri at opna handil í Sundalagnum, selja lutir, sum hava tilknýti til produktini, sum Rúsdrekkasølan selur, útseta neyðugt viðlíkahald, umframt kanna samstarvsfyrimunir við P/F Posta. Mett verður, at hetta kann hækka nettoinntøkurnar við 1,1 milliónir krónum. Biðið verður tískil um eykajáttan á 500 túsund krónur.