Í gjár hevði tingið orðaskiftið um fiskidaganar fyri restina av hesum árinum.
Hetta er eitt sindur øðrvísi enn tað plagar at vera, tí tá plaga fiskidagarnir fyri eitt ár at verða ásettir.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, heldur tó, at tingviðgerðin gekk væl. Hann viðgekk tó, at tað var eyðsæð, at tað setti sín dám á viðgerðinga, at fiskivinnunýskipanaruppskotið framvegis ikki var samtykt.
Hann sigur, at hann fekk staðfest trý viðurskifti.
- Tað eina er, at tað, at vit ikki hava fingið samtykt nýggju fiskivinnuskipanina sjálvandi ger tað, at tað eisini verður settur stórur ivi um hetta fiskidagauppskotið. Tað næsta var, at tað kanska vóru størri ósemjur nú, um hvussu vit skulu fáa skil á stovnsrøktina, kanska størri enn tað hava verið í teimum undanfarnu samráðingunum við aðrar flokkar. Tað vóni eg so ikki er tilfeldi. Tað triðja er, at so leingi sum uppskotið um ta nýggju fiskivinnuskipanina ikki er komið fram, so kunnu vit síggja fyri okkum orðaskifti, sum verða so ógvuslig sum tað í gjár, har ein rúgva av øðrum viðurskiftum verða tikin upp í, uttan tað at uppskotið snúði seg um at áseta fiskidagar fyri restina av árinum, sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur seg skilja, at hetta er ein serstøk støða, nú fiskidagar einans skulu ásetast fram til 1. januar, tá øll veiðiloyvi verða uppsøgd.
- Vit hava so fráboðað at kvotuskipanin ikki kemur í gildi fyrr enn eitt ár seinni. Tað vil siga, at tað verða eisini ásettir fiskidagar fyri næsta ár, men tað verður so gjørt sambært tí arbeiðinum, sum vit gera í heyst. Tá verður tað við heimild í nýggju lógini, sigur Høgni Hoydal, sum tó heldur, at uppskotið er rættiliga greitt.
- Tað er fram til 1. januar og er so at siga ein framskriving av teimum fiskidøgum, sum hava verið undanfarin fiskiár, sigur hann. Hann sigur, at atlit verða tikin at, hvussu vanliga brúkið hevur verið hendan partin av árinum.
Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Høgna Hoydal á Rás 2