­ Uppskotið er ikki samtykt

Óla Jákup Rólantsson, programleiðari á Rás 2, vísir aftur, at uppskotið hjá teimum er vrakað

­ Tá tað verður sagt, at okkara uppskot er vrakað, so er tað ikki rætt. Sannleikin er heldur, at uppskotið ikki er samtykt, sigur Óla Jákup Rólantsson, programleiðari á Rás 2.

­ Tá tit so skriva, at uppskotið ikki er borðbært, so er hetta heilt burturvið. Kommunan hevur langt síðan boðað frá og er eisini farin at brúka Rás 2, sum lýsingarmiðil á jøvnum føti við ÚF, sigur programleiðarin á Rás 2.


Mugu hava stuðul

Rás 2 fær ongan almennan stuðul og kann heldur ikki krevja lurtaragjald. Tískil hevur Rás 2 bjóðað Tórshavnar kommunu at gera brúk av hesum miðli. Upphæddin á eina krónu fyri hvønn íbúgva um mánaðin er bert vegleiðandi, tí býráðslimir ynsktu at fáa okkurt tal á borðið.

Programleiðarin vísir á, at bløðini, undantikið Oyggjatíðindi, øll fáa stuðul á einhvønn hátt.

­ Skal tað koma til skarpskeringar, hvat peningur verður brúktur til, so verða borgarar í Tórshavnar kommunu árliga við pantihóttan tvingaðir at gjalda Útvarpi Føroya 9,5 milliónir í lurtaragjaldi. Og harnæst var eingin trupulleiki hjá kommununi at lata tvær milliónir til ein sendara, so kollfirðingar kunnu síggja m.a. MTV, leggur Óla Jákup Rólantsson aftrat.

Hann heldur tískil, at ein stuðul á 200 túsund krónur, har kommunan fær nakað veruligt afturfyri, ikki er annað enn piparnøtur og slettis einki forgjørt í.

­ Vit hava ein miðil, har hvør senditími kostar. Hesin skal fyllast og fíggjast. Vit bjóða kommununi at brúka henda møguleika, so einfalt er tað, sigur Óla Jákup Rólantsson, programleiðari á Rás 2.