Uppskotið er ikki liðugt

Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at tað eydnaðist ikki at fáa lógaruppskotið liðugt til tíðina. - Síðsta hond verður lagt á tað nú, og eg vóni at leggja tað fyri tingið í januar ella februar, sigur løgmaður

Tað eydnaðist ikki at fáa lógaruppskotið, sum skal broyta gyltu eftirlønina hjá løgmanni og landsstýrisfólkum, liðugt, áðrenn løgtingið fór í jólafrí.
- Eg kann ikki tvinga embætisfólkini at arbeiða skjótari enn tey gera. Tíverri bleiv lógaruppskotið ikki liðugt fyri jól, sigur Kaj Leo Holm Johannesen.
Kaj Leo Holm Johannesen boðaði fyri skjótt tveimum mánaðum síðani frá, at hann ætlaði at leggja lógaruppskotið fyri tingið fyri jól.
- Eg kann ikki gera við, at uppskotið ikki er liðugt. Síðsta hond verður løgd á tað nú, og eg vóni at leggja tað fyri tingið í januar ella februar, sigur løgmaður, sum kortini ikki kann veita vissu fyri, at so verður.
- Eg kann ikki seta dato á, men eg vóni, at tað verður fyrst í næsta árinum, sigur løgmaður, sum vísir á, at embætisfólk hansara eisini hava havt so nógv annað at gjørt – og tí eydnaðist tað ikki at fáa júst hetta lógaruppskotið liðugt fyri jól.