Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Bárður Nielsen, hevur sum kunnugt lagt uppskot til samtyktar fyri Løgtingið, ið skal geva honum heimild til at broyta ávís viðurskifti í Føroya Banka.
Uppskotið er í tveimum pørtum. Fyrsti parturin skal geva landsstýrismanninum heimild til at lata Fíggingargrunnin niðurskriva síni partabrøv í Føroya Banka, eftir at landsstýrismaðurin hevur fingið fakliga ráðgeving frá "óheftum kanningarstovni." Seinni parturin av uppskotinum skal geva landsstýrismanninum heimild til at lata Fíggingargrunnin selja upp til ein fimting av partabrøvum grunsins í Føroya Banka.
Stórur munur er á hesum báðum pørtunum í uppskotinum, sum liggur til samtyktar. Seinni parturin viðvíkur einari broyting av eigaraviðurskiftunum í Føroya Banka, meðan fyrru parturin av uppskotinum miðjar ímóti einari niðurkapitalisering. Hesin parturin av uppskotinum hevur onki við einskiljing av bankanum at gera.
Kapitalviðurskiftini viðvíkja bert nevndin
Men fíggjarmálaráðharrin hevur í hesum sambandi rent seg inn í ein trupulleika: Tað er nevniliga nevndin í Føroya Banka, sum ger av, um ein partur av kapitalinum skal gjaldast út til partaeigararnar. Hetta er ikki nakað, sum Føroya Løgting ella Føroya Landsstýri kann taka avgerð um. Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka, sigur, at fyrri parturin í uppskotinum hjá Landsstýrinum byggir á eina misskiljing.
- Tað er soleiðis, at seinni parturin av uppskotinum--sølan av 20% av partapeninginum--ikki beinleiðis viðvíkur leiðsluni í bankanum. Tað er ikki okkara borð, um eg so má siga. Men fyrri parturin av uppskotinum, sum snýr seg um kapitalviðurskiftini í bankanum, raka harafturímóti mitt í hjartað á ábyrgdarøkinum hjá nevndini og stjórnini í bankanum. Um henda partin av uppskotinum er bert at siga, at tað byggir á eina misskiljing, sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka.
Jørn Astrup grundgevir víðari, at uppskotið hjá fíggjarmálaráðharranum tekur støði í viðtøkunum hjá Fíggingargrunninum. Viðtøkurnar hjá grunninum regulera møguleikan hjá Fíggingargrunninum til at vera við til eina kapitalniðurskriving við tí endamáli at fíggja eitt undirskot. Hesar viðtøkurnar eru frá november 1992, tá Fíggingargrunnurin varð settur á stovn. Í desember 1998 broytti Fíggingargrunninum sínar viðtøkur, men áður nevnda regla om kapitalniðurskriving er framvegis ein partur av grunsins viðtøkum.
Uppskotið er uttan meining í løgtingshøpi
Men nógv er broytt í Føroya Banka síðani 1992-93, tá tað gjørdist neyðugt at niðurskriva partapeningin í bankunum. Støðan í 2004 er ein heilt onnur, tí Føroya Banki eigur 1,4 milliardir krónur í reservum, og bankin hevur ein partapening upp á 100 milliónir krónur. Og nú er tað, at vit koma til misskiljingina, sum Føroya Landsstýri hevur framt.
- Tað er málsøkið hjá aðalfundinum hjá Føroya Banka at taka støðu til, um, og hvussu nógv, av reservunum upp á 1,4 milliardir krónur í Føroya Banka skulu lutast í vinningsbýti. Men ein útluting av vinningsbýti er treytað av einum tilmæli frá nevndin í bankanum. Tað er onki í viðtøkunum hjá Fíggingargrunninum, sum forðar nenvdin í grunninum at atkvøða fyri--ella ímóti--einum uppskoti frá nevndin í Føroya Banka um útgjalding av vinningsbýti. Ein útluting av kapitali er ikki treytað av nakrari samtykt, hvørki frá fíggjarmálaráðharranum ella Løgtinginum, sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka.
Tískil síggja vit, at fyrsti parturin av uppskotinum hjá Bárði Nielsen, fíggjarmálaráðharra, um niðurskriving av partabrøvum í Føroya Banka, er púra uttan meining í løgtingshøpi. Føroya Landsstýri hevur onga orsøk at leggja eitt tílíkt uppskot fyri Tingið.
Bankastjórin tikin av bóli
Jørn Astrup Hansen sigur, at hann varð tikin av bóli, tá hann tann 19. mars hoyrdi i Útvarpi Føroya, at nú ætlaði landsstýrismaðurin í fíggjarmálum at fremja eina kapitalniðurskiving í Føroya Banka.
- Tá landsstýrismaðurin ætlar at ráðføra seg við óheft fakfólk um støddina av hesi kapitalniðurskrivingini, so er hann væl á veg at bróta partafelags-lógina, sum sigur, at ábyrgdin av kapitalviðurskiftunum hjá einum felagi liggur hjá nevndin í felagnum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Føroya Banki eitur ikki "P/F Føroya Banki" uttan orsøk, men bankin er, sum navnið sipar til, eitt partafelag, sum fylgir lógini um partafeløg, sum Føroya Landsstýri og fíggjarmálaráðharrin nú eru við at koma í hóslag við. Nevndin í einum partafelagi sum Føroya Banka, eins og í einum og hvørjum øðrum partafelagi, kann ikki deila ábyrgdina av kapitalviðurskiftunum við onnur fólk. Og hetta hvørki við serfrøðingar, fakmenn, landsstýrismenn, ella løgtingsmenn.
- Eg skilji rætt og slætt ikki, hvar Bárður Nielsen hevur fingið eitt slíkt hugskot frá. Landsstýrismaðurin og Fíggingargrunnurin skulu sjálvandi ráðføra seg við nevndina og stjórnina í Føroya Banka. Hvønn annan skuldu teir spurgt uttan okkum, spyr Jørn Astrup, stjóri í P/F Føroya Banka.
Kann landsstýrismaðurin ikki søkja sær góð ráð?
Men spurningurin er, um tað ikki er rímiligt, at Bárður Nielsen søkir vegleiðing og ráð uttanfyri Føroya Banka, millum annað frá sínum embætisfólki. Málið um Føroya Banka er eitt sera stórt og týdningarmikið mál fyri alt Føroya fólk, og tað má metast, at Bárður Nielsen ynskir ta skilabestu møguligu framgongdina í hesum málinum.
- Nei, eg haldi ikki, at tað er nátúrligt ella neyðugt, at landsstýrismaðurin søkir sær ráð uttanfyri bankans stjórn og nevnd. Síðani 1992-93 hevur Føroya Landsstýri litið okkum í Føroya Banka, stjórnini og nevndini, upp í hendurnar at hava ábyrgdina fyri einari íløgu upp á 2,7 milliardir krónur. Higartil hava vit megnað at fingið 2,6 milliardir krónur aftur. Føroya Landsstýri hevur longu fingið útgoldið 1,1 milliard krónur, og tað stendur ein eginkapitalur upp á 1,5 milliardir krónur í bankanum. Tað er ongin ivi um, at vit í stjórnini og nevndini í Føroya Banka altíð hugsa um at umsita áhugamálini hjá Føroya Landsstýri sum best, sigur Jørn Astrup Hansen, sum hevur verið stjóri í Føroya Banka í góð 11 ár.
Tískil undrast mann í Føroya Banka á, at Landsstýrið ikki hevur nýtt nevndina og stjórnina í bankanum sum fremsta ráðgeva í hesum málinum, tá tær í 11 ár hava megnað at tikið sær av landsins sera stóru íløgu.
- Nú vil Landsstýrið hava ein part av íløguni aftur, og tað er eisini í ordan. Men tá mann nú einaferð ynskir, at pengarnir skulu renna hinvegin, so mátti mann brúkt stjórnina og nevndina í bankanum í hesi tilgongdini. Tað er jú ongin, sum kennir Føroya Banka betri, enn vit gera. Og tað er ongin, sum hevur størri ábyrgd av Føroya Banka, enn júst vit hava. Um Landsstýrið heldur tað vera neyðugt at spyrja seg fyri úti í býnum um viðurskiftini í Føroya Banka, so hevur Landsstýrið og Fíggingargrunnurin ein heilt annan trupulleika - ein trupulleika, sum mann loysir við at finna onnur fólk til at taka sær av bankanum, sigur Jørn Astrup Hansen.
Tak Føroya Banka við upp á ráð
- Vit í bankanum hava tað greiðu støðutakan, at allir partar fáa mest burturúr, um nevndin og stjórnin verður tikin við upp á ráð í hesari sakini. Bárður Nielsen og Føroya Landsstýri burdu for ólukkan havt spurt okkum, um vit høvdu viðmerkingar til uppskotið, sum nú liggur til samtyktar i Løgtinginum. Um ikki annað, so kundi mann havt kunnað okkum um ætlanirnar, sigur Jørn Astrup.
Tað tykist vera greitt, at brúk er fyri hollari ráðgeving, tá talan er um sølu av almennum partabrøvum og einskiljing. Bæði Fiskavirking og Fiskasølan hava verið lýst til sølu, men har spurdist onki burturúr, og Framtaksgrunnurin mátti leggjast aftur, tí tað eydnaðist ikki.
- Tað er við fyritøkum, sum tað er við fiski. Tær eru sjáldan dýrari, tá tær skulu rópast upp seinni. Eg haldi, at ein partur av trupulleikanum er, at mynduleikarnir og grunnarnir hava ikki verið nóg góðir til at taka leiðslurnar í fyritøkunum við upp á ráð. Einskiljing er higartil nakað, sum verður gjørt í smáum sirklum úti í Tinganesi, sigur Jørn Astrup Hansen.
Einskiljing í samband við undirskot á fíggjarlógini?
Tað kann tykjast løgið, at Landsstýrið júst nú er farið undir ætlanir at beina Føroya Banka á privatar hendur. Ein náturligur spurningur at spyrja seg sjálvan er, um uppskotið hjá Bárði Nielsen hevur nakað samband við undirskotið, sum er á fíggjarlógini. Tað kann hugsast, at politiskt trýst úr Tinganesi er orsøkin til, at henda ætlanin er við at gerast ítøkilig.
- Eg havi onga kvalifiseraða meining um, hvørt tað er nakað samband millum hesi bæði. Men mann má biðja til, at tíðspunktið fyri einari einskiljing av Føroya Banka ikki verður stýrd av politiskum orsøkum. Vit hava nú í nøkur ár havt yvirskot á fíggjarlógini og stórt yvirskot í Føroya Banka. Nú er undirskot á fíggjarlógini. Tað er tað ikki í Føroya Banka. Men 2003 varð eitt torført ár fyri okkum, og 2004 sær heldur ikki serliga ljóst út.
- Men tíðspunktið nær mann fer at einskilja Føroya Banka eigur ikki at verða politiskt avgjørt. Føroya Banka skal seljast, tá tað gongur væl í bankanum--ikki tá tað flýtur tunt í landskassanum. Bankin skal eisini seljast, tá tað er ein marknaður fyri partabrøv í Føroya Banka. Tað nyttar onki, at ein søla skal bíða eftir einum politiskum meiriluta. Meirilutar koma og fara. Men tað ger marknaðurin fyri partabrøv eisini, sigur Jørn Astrup um eitt møguligt politiskt samband millum sølu av bankanum og hall á fíggjarlógini.
Skulu útlendingar sleppa upp í part?
Tað hevur verið nevnt, at tá sølan av partabrøvum í Føroya Banka byrjar, so skulu avmarkingar setast á, hvussu nógv partabrøv útlendingar kunnu fáa. Eitt ítøkiligt uppskot er, at gjørt verður eftir leistinum í alivinnuni, har útlendingar ikki kunnu eiga fleiri enn 30% av partapeninginum.
- Eg dugi ikki at síggja, at tað hevur nakran týdning, hvar íleggjarin býr. Nú kann tað vera nakað ilt at vita, hvussu stórur áhugin er fyri partabrøvum í Føroya Banka í Føroyum og uttanfyri landoddarnar. Men um mann setir alt ov nógvar forðingar í vegin fyri útlendingum, so er spurningurin væl, um mann í Føroyum yvirhøvur kann selja nóg nógv partabrøv fyri nóg høgan prís. Mann má ansa eftir, at mann ikki ger rokning uttan vert.
Hvussu nógv skal seljast?
Spurningurin er eisini, hvussu nógv partabrøv í Føroya Banka skulu seljast. Ítøkiliga uppskotið hjá Bárði Nielsen er at selja upp til 20% av partabrøvunum, sum Fíggingargrunnurin eigur í Føroya Banka. Men ein atfinning ímóti hesum er, at talan tískil verður um eina hálva privatisering, sum ikki er nøkur brúkbar loysn.
Jørn Astrup Hansen heldur, at tað er nakað óambitiøst at selja bert 20% av bankanum. Hann sigur, at avgerð má takast um, hvørt Føroya Banki skal verða statsbanki ella privatur banki. Um Føroya Banki skal verða ein statsbanki, sum vit kenna tað aðrastaðni frá, so skal Fíggingargrunnurin keypa tey 0,6% av partabrøvunum, sum eru á privatum hondum. So eigur Fíggingargrunnurin 100% av Føroya Banka, og vit halda áfram við at hava ein statsbanka. Men um mann vil hava ein privatan banka, sum mann tykist vilja, so eigur allur bankin at verða seldur, sigur Jørn Astrup Hansen.
- Tað er helst lættari sagt enn gjørt, men Fíggingargrunnurin burdi meldað út, at hann vil selja í minsta lagi helvtina av Føroya Banka. Annars kunnu keypararnir jú ikki vita, hvat teir keypa seg inn í. Keypa teir seg inn í ein privatan banka, ella blíva teir bert minniluta-partaeigarar í einum statsbanka, spyr Jørn Astrup.
Men síðani reisir spurningurin seg, um tað ikki er ein gongd leið, at Føroya Landsstýri roynir at halda upp á ta avgerandi ávirkanina, sum tað hevur í Føroya Banka. Jørn Astrup spyr í hesum sambandi, hvat Føroya Landsstýri skal brúka eina slíka ávirkan til.
- Politikararnir skulu minnast til, at tá mann hevur opnað fyri privatum ognarviðurskiftum í bankanum, so kann mann gloyma alt um at brúka bankan til politisk og ikki-handilslig endamál. Tískil er tað trupult at fáa eyga á, hví mann skuldi hildið partabræva-meirilutan á almennum hondum. Eg haldi eisini, at tað er óheppið, at mann politiskt setur sær fyri at selja júst 20% av partabrøvunum, tá ein marknaðarmeting enn ikki fyriliggur. Tað var jú heldur ikki tað, sum arbeiðsbólkurin frá 1997 mælti til. Arbeiðsbólkurin mælti til, at mann fyrst kannaði sølumøguleikarnar, og síðani tók støðu til, hvussu nógv partabrøv skulu setast til sølu, sigur Jørn Astrup Hansen, stjóri í Føroya Banka.
Kappingin á føroyska fíggjarmarknaðinum
Bárður Nielsen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur fyrr sagt við Sosialin (22. apríl, 2004 á síðu 9), at ein einskiljing av Føroya Banka fer at betra um kappingar-umstøðurnar í føroyska fíggjarheiminum. Hann sigur, at uppskotið hjá sær millum annað er fyri at geva eina meira javnbjóðis kapping á økinum.
- Eg eri ikki heilt vísur í, hvat landsstýrismaðurin meinar við hatta har. Landsstýrið hevur jú ongantíð veitt stuðul til Føroya Banka. Landsstýrið setti gott nokk pening í bankarnar í 1992-93. Men hetta var sanniliga eisini aftaná, at gomlu partaeigarar høvdu mist alt, sum teir áttu. Innlánskundarnir hjá bankunum--ikki partaeigararnir-- nýttu gott av innskotinum frá Landsstýrinum. Føroya Landsstýri fekk sær, nakað dýrt kanska, ein banka, sigur Jørn Astrup Hansen.
Men líka síðani tað almenna gjøgnum Fíggingargrunnin tók yvir Føroya Banka, so hevur bankin verið stýrdur sum ein privatur banki á handilsligum grundarlagi. Síðani 1995 hevur Føroya Banki í miðal goldið út ímóti 100 milliónir krónur til partaeigararnar um árið.
- Tað eru tað ikki nógv, sum klára at meta seg við her um leiðir, sigur Jørn Astrup Hansen.
Kappingarneytarnir hjá Føroya Banka eru ikki so nógvir í tali. Talan er um sparikassarnar, Húsalánsgrunnnin, Realin, Tryggingarfelagið, og í minni mun Íleggingargrunnurin og Landsbankan, sum Føroya Banki kappast við. Men trupulleikin í føroyska fíggjarheiminum--um mann vil hava javna kapping--er, at allir hesir stovnarnir, sum eru sera væl fyri fíggjarliga, allir hava tað til felags, at teir byggja upp á kapital, sum meira ella minni er almennur.
- Hetta er kapitalur, sum eingin veruliga eigur, og sum eingin krevur eitt avkast av. So um endamálið hjá Føroya Landsstýri er at javnstilla kappingarneytarnar í føroyska fíggjarheiminum, so skuldi mann heldur einskilt okkara kappingarneytar, sigur Jørn Astrup Hansen, sum umboðar Føroya Banka í hesari kappingini.
Er almennur peningur ein trupulleiki?
Jørn Astrup Hansen setir spurnartekin við, um tað ikki kann hava eina óhepna ávirkan á tilgongdina við at einskilja Føroya Banka, at kappingarneytarnir hjá Føroya Banka allir liggja inni við almennum ella hálv-almennum peningi, sum kann kallast deyður peningur í føroyska fíggjarheiminum.
- Eg haldi, at brúk er fyri einari álvarsligari endurmeting av kappingar-umstøðunum í føroyska fíggjarheiminum. Spurningurin er væl, um tað ikki er Føroya Banki, sum er fyri ójavnari kapping. Um ein íleggjari ætlar at keypa partabrøv í Føroya Banka við vinningi fyri eyga, hvat skal hann so halda um tað, at kappingarneytarnir hjá bankanum sita inni við einum fýra milliardum krónum, sum ongin krevur eitt avkast av. Hetta vil ikki júst økja um áhugan at keypa partabrøv í Føroya Banka, sigur Jørn Astrup Hansen.
Stjórin í Føroya Banka sigur at enda, at Føroya Landsstýri eigur at taka aftur ella einskilja stórar partar av hesum fýra milliardunum av krónum, sum alt er deyður kapitalur, sum liggur í ymsum grunnum.
- Bert á henda hátt kunnu nýggir partaeigarar í Føroya Banka síggja fram til eina javna og rættvísa kapping millum peningarstovnarnar, sigur stjórin í Føroya Banka, Jørn Astrup Hansen, at enda.