Samstundis sum Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum skal fremja stórar sparingar, hevur hon lagt fram uppskot í løgtinginum um at byggja ein virknis- og umlættingardepil í Sandoynni til børn og ung við serligum avbjóðingum.
Útreiðslurnar til verkætlanina kunnu í mesta lagi verða 11,9 mió. krónur.
Í viåðmerkingunum til uppskotið sigur landsstýriskvinnanan, at verkætlanin ikki er endaliga viðgjørd, og byggiskrá fyriliggur ikki.
Endamálið við uppskotinum er at fáa undirtøku í løgtinginum fyri verkætlanini. Tí skal uppskotið takast við fyrivarni, stendur í viðmerkingunum.