"Nú ræður um, at tjóðskaparligu mótpolarnir í føroyskum politikki ikki skerpa klórnar hvør ímóti øðrum, men at vit við eini stjórnarskipanarlóg finna eina gongda leið, har allir partar vinna seg til rættis. Stjórnarskipanin skal bert taka støði í fólksins egna vilja. Tað er bert Føroya fólk, ið kann taka avgerð um egna lagnu. Hetta má vera aðalmálið."
Við hesum orðum endaði tásitandi formaðurin í grundlógarnevndini, Jóan Pauli Joensen, formælið í bóklinginum Fyrra Flaggdagsálit, ið 25. apríl í 2004 varð handað Føroya løgmanni. 
Í bóklinginum var eitt uppskot um stjórnarskipan fyri Føroyar á 100 lógargreinir. Viðmerkingarnar til einstøku lógargreinirnar vóru drúgvar og neyvar. Eisini vóru fleiri frágreiðandi tekstir í bóklinginum, ið umrøddu tilgongdina at smíða stjórnarskipanir. 
Jóan Pauli Joensen greiddi frá, at ein ávísur stígur hevði verið í arbeiðinum, men at nevndin hevði gjørt av at gera eitt arbeiðsuppskot um stjórnarskipan liðugt, tí varð endin sleptur, hevði ivaleyst verið trupult at funnið hann aftur. Hann orðaði seg soleiðis:
"Tað er ikki nógvar ferðir hent, at vit her í Føroyum hava havt møguleika fyri eini so breiðari viðgerð av einum so týdningarmiklum máli, sum ikki bert hevur týdning í løtuni, men eisini fyri alla framtíð. Tað, at vit menniskju av og á saman verða sett at hugsa um, hvussu okkara samfelag skal skipast frá grundini, skerpir vit og skil og letur upp fyri nýggjum tonkum og loysnum."
Sum eitt superego
Í bóklinginum skrivaðu løgfrøðingarnir, Bárður Larsen og Kári á Rógvi, eisini drúgva grein um stjórnarskipanina og endamálið við henni. Teir báðir hava júst svarað danska løgmálaráðnum aftur og kallað støðutakanina hjá ráðnum til føroyska stjórnarskipanaruppskotið, ið nú liggur í tinginum, fundamentalistiska og antipragmatiska.
Í 2004 vóru teir eins sannførdir og nú um, at føroyska stjórnarskipanin fer at menna Føroyar sum land. Teir nevndu, at endamálið við stjórnarskipanini eigur at vera at endurskapa Føroyar sum samfelag við at taka samanum, útdýpa og menna elligomlu virðini í landinum. Eisini søgdu teir, at føroyingar eiga at skapa eina tjóðskaparliga semju um at lýsa av nýggjum landsins stovnar, vøld og samveldisstøðu og staðfesta tey rættindi, sum fólkið í Føroyum hevur.
Teir báðir skrivaðu:
"Mangir hættir eru at lýsa eina stjórnarskipan, og ongin einstøk lýsing kann vera einsamøll. Men flestu eru samd um, at eitt høvuðsendamál við skrivaðari stjórnarskipan er at skapa støðugleika og framhald. Vit kunnu siga, at endamálið í stóran mun er, at vit skulu verja okkum ímóti okkara egna lættsinni. Modernaðar stjórnarskipanir kunnu sigast at vera tað sama fyri eitt samfelag, sum eitt superego er fyri eitt menniskja."









