Kjakið um hjúnabandslógina er framvegis í gongd, men fyri løtu síðani heitti Heðin Mortensen, Javnaðarflokkurin, á tingformannin um at niðurleggja fundin eina løtu.
Talan er um hansara broytingaruppskot um at senda málið til fólkaatkvøðu.
Tað hevur skapt ónøgd í samgonguni, har serliga Tjóðveldi og Framsókn eru ónøgd við arbeiðsháttin hjá samgonguni. Summi tingfólk siga, at fellur málið í dag ella verður sent til fólkaatkvøðu, so er vandi fyri, at samgongan skrædnar.
Tí sjálvt um Heðin Mortensen sigur, at hann ikki letur seg trýsta, so legði hann afturat, at viðhvørt er neyðugt at brúka politiskt vit skil.