Tað kostar 9 milliónir krónur at fáa 500 børn í Føroyum úr fátækaváða. Uppskot at játta pengarnar verður nú lagt fyri tingið.
Tað er Tjóðveldi, ið eftir fundin í Miðlahúsinum í gjárkvøldið, sum hevur tikið stig til at savna undirskriftir millum tingfólk at leggja uppskotið fram. Freistin at leggja uppskot fyri tingið hesa tingsetuna er farin, men um 17 tingfólk skriva undir, ber til at leggja uppskot fyri tingið kortini.
Í frá boðanini sigur Tjóðveldi:
»Í longri tíð hava vit verið tilvitað um, at 300 tær fátækastu familjurnar í Føroyum ikki hava mat á borðið hvønn dag ella tað mest neyðturviliga til gerandisdagin og at taka lut í samfelags
Tey mugu leita sær hjálp frá hjálparfelagsskapum og góðum fólki fyri at fáa mat og tað mest neyðuga til høldar hvønn dag. Í hesum 300 familjunum eru yvir 500 børn. Hesum kunu vit ikki hyggja at í okkara ríka samfelag. Hetta eru ikki tær Føroyar, ið vit ynskja.
At bøta um livikorini og møguleikarnar, krevur broytingar og átøk, ið kunu taka styttri og longri tíð.
Á fundi í Miðlahúsinum í gjárkvøldið viðgjørdu formenninir í politisku flokkunum hesar spurningar.
Tað mest ítøkiliga uppskotið, ið kann bøta um tann átrokandi tørvin, er at hækka barnaískoyti við 1500 krónum pr. barn til hesar 300 familjur. Tað kostar okkum góðar 9 milliónir.
Hetta er ikki eitt partapolitiskt mál. Eingin flokkur ynskir, at børn skulu liva í fátækraváða. Og tað tóktist í gjárkvøldið sum, at allir floksformenn vóru áhugaðir í at loysa tann bráðtørv, sum er hjá hesum familjum.
Tí fer Tjóðveldi nú undir at savna undirtøku á tingi til at leggja eitt uppskot fyri um, at játta hesar 9 milliónirnar til hækkað barnaískoyti til hesar familjur.«










