Um ársskiftið setti landsstýriskvinnan, Sirið Stenberg, ein arbeiðsbólk at gera uppskot til endurskoðaðan veðurlagspolitikk. Arbeiðsbólkurin hevur nú gjørt eitt ávegis uppskot, sum í farnu viku varð sent áhugapørtum til ummælis.
Hesum boðar Heilsu- og Innlendismálaráðið frá í dag.
Freistin at gera viðmerkingar er sett at vera tann 31. mai. Tá viðmerkingarnar hjá áhugapørtunum eru viðgjørdar, verður uppskotið latið landsstýriskvinnuni. Síðani verður endurskoðaði veðurlagspolitikkurin viðgjørdur politiskt.












