Uppskot til semju um valskipan í Føroyum

Afturvendandi orrusturnar um valskipan drena orku og alt álit úr tingskipan og umboðandi fólkaræði. Her má gerast uppskot til sátt, ið savnar. Eina skipan, sum tekur fyrimunirnar úr báðum skipanum, og sum lúkar burtur vansarnar. Haldi, at niðanfyri lýsta uppskotið kundi verðið ein loysn

Høgni Hoydal
-------


Fátt hevur havt eginleikarnar at skilja so nógv sundur, sum broytingin í valskipanini frá sjey til eitt valdømi, og nú øvut. Løgtingið gekk tá – og aftur nú – í tveimum, nærum eins stórum bólkum. Flokkar eru spjaddir. Í orðaskiftinum og grundgevingunum verður høvuðstaðarøkið sett hvast uppímóti hinum økjunum í landinum. Kvinnur verða settar upp móti mannfólki. Egináhugamál verða sett uppímóti almannagagni og felagsáhuga. Ung ímóti eldri. Gamalt ímóti nýggjum. Lokalt ímóti lands og tjóðar. Nútímans ímóti ótíðar. Avmarking ímóti heild. Og so framvegis, og so framvegis.

Fólkaræðisliga viðgerðin, orðaskiftið og royndirnar at fáa breiða undirtøku, vóru ikki nøktandi, tá broytingin til eitt valdømi varð framd beint upp undir seinasta val. Tað vera vit at viðganga, sum tóku undir. Hetta skapti misálit, mótstøðu og sár, ið ikki fara burtur. Tað sama hendir nú, ið samtykt er við aðru viðgerð at fara aftur til sjey valdømi. Og tað fer at henda aftur, tá eftir øllum at døma vent verður aftur til eitt valdømi við triðju viðgerð við einum teprum meiriluta.

Tilvild, eykafólk, sjúka, forføll og hava avgjørt og kunnu aftur avgera ta valskipan, sum er høvuðstáttur í okkara fólkaræði.

Tí havi eg leingi hugsað um, hvørt tað ber til at gera eina skipan, ið savnar og kann vera varandi. Og sum hevur fyrimunirnar hjá og høvuðsgrundgevingarnar fyri bæði teirri skipanini við fleiri valdømum, sum vit kenna, og hjá skipanini við einum landsvaldømi.

Uppskotið er einfalt hetta:

1. Stillað verður upp í sjey økjum (tey gomlu valdømini).
2. Tað er frítt at velja tann, tú vilt, um alt landið og í øllum økjum.
3. Hvørt uppstilllingarøki er tryggjað eitt ella tvey umboð í part. Soleiðis, at tey fyrstvaldu í hvørjum øki verða gjørd upp fyrst. Altso 7 ella 14 tingfólk.
4. Restin av atkvøðunum verða gjørdar upp um alt landið eins og tað er við einum valdømi í dag.

Tryggjað verður við hesum:
- At økini stilla upp og fáa umboð, sum ikki er lutfalsliga dýrari ella bíligari enn onnur.
- At eit rættvíst býti verður í mun til fólkatalið og veljaratalið.
- At til ber at velja um alt landið, tann, tú vilt.
- At avlopsatkvøður í valdømum ikki fara fyri skeytið.
- At javnstøða og kvinnuumboðan hevur eins stóran møguleika.
- At øll øki í landinum hava møguleikan at fáa fleiri umboð, alt eftir veljarans tykki um flokk og politikara.

Havi roynt at fingið hetta uppskotið fram sum broytingaruppskot til 3. viðgerð av valskipanini í dag. Men orsakað av, at tað verður mett sum eitt heilt nýtt uppskot, kann tað ikki setast fram sum eitt broytingaruppskot til 3. viðgerð.

Uttan mun til, hvussu úrslitið verður, fari eg tó at virka fyri einum uppskoti sum hesum – og løgtingið hevur jú eisini samtykt, at ein endurskoðan skal gerast undir øllum umstøðum.