Føroya Javnaðarflokkur hevur nú tikið stig til at forða fyri, at vanliga mannagongdin, sum er kend í meira enn 55 ár, verður broytt. Her verður hugsað um tær lógir og tær kunngerðir innan herðnaðarliga revsi- og rættargangøkið og viðvíkjandi heimarættarlógum v.m., sum danska stjórnin av sínum eintingum uttan um føroyskar myndugleikar setur í gildi í Føroyum.
Javnaðarflokkurin hevur gjørt uppskot til ríkislógartilmæli, sum inniber at nevndu lógir og kunngerðir verða avtiknar. Javnaðarflokkurin fer nú at fáa neyðugu undirskriftirnar til vega, so málið kann leggjast fram fyri løgtingið longu í komandi viku.









