Nú skulu fólk í Føroyum, sum føla at tey hoyra til hitt kyni, sleppa at skifta kyn, løgfrøðiliga, og fáa nýtt p-tal. Tað stendur í einum uppskoti, Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna, hevur lagt fyri Løgtingið í dag.
Hon sigur, at hetta er eitt stig fram ímóti einum rúmligari samfelag og hon vónar at løgtingslimir taka støðuna hjá tvørkyndum føroyingum í álvara, og geva teimum møguleika at liva og virka sum tað tey eru.
Eftir uppskotinum kunnu fólk, hvørs lívfrøðiliga kyn er í andsøgn við kynsamleika teirra, søkja um at skifta kyn løgfrøðiliga. Tað merkir, at eitt mannfólk, ið følir seg sum eitt konufólk, skal sleppa at vera konufólk í løgfrøðiligum høpi, og eitt konufólk, ið følir seg sum mannfólk, skal sleppa at vera mannfólk.
Og tað merkir so aftur, at tey kunnu søkja um at fáa eitt p-tal, sum samsvarar við teirra kynsliga samleika, og so kunnu tey fáa sær navn, sum samsvarar við teirra kynsliga samleika, umframt at tey eisini fáa nýtt samleikaprógv, koyrikort og pass eftir tí.
Summi lond krevja skurðviðgerðir, og at tey sum skulu skifta kyn, gerast lívssør, og tað er hetta sum er galdandi í Føroyum í dag. Men í øðrum londum sleppa fólki sjálvi skrásetast í fólkayvirlitum eftir tí samleika, tey føla at tey hava og tað er hetta, Sonja Jógvansdóttir nú skjýtur upp.









