Uppsjóvarfiskur fyllir nógv í føroyskari fiskivinnu

Havstovan hevur gjørt upp hvussu á 2014 hildnaðist, og hevur kunngjørt frágreiðingina Havstovuárið 2014.

Nú árið 2014 júst er farið afturum, er hóskandi at gera upp, hvussu árið hevur hildnast hjá Havstovuni, í arbeiðinum at tæna okkara høvuðsvinnu.

 

 

 

Uppsjóvarfiskur

Uppsjóvarfiskur fyllir nógv í føroyskari fiskivinnu, og hevur sjálvsagt eisini merkt virksemið á Havstovuni. Í samstarvi við havrannsóknarstovur og -skip í øðrum londum, hevur Magnus Heinason gjørt tveir túrar fyri at kanna svartkjaft og sild, ávikavist sunnanfyri í apríl og norðanfyri í mai. Hesir báðir túrarnir verða gjørdir á hvørjum ári. Á túrunum bleiv æti og havfrøði eisini kannað.

 

 

Soleiðis byrjar Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni, frágreiðing sína fyri 2014. Og hann heldur fram:

 

 

Úrslitini frá rannsóknartúrunum verða, saman við greiningum av fiskiskapinum, grundarlag undir stovnsmetingum og tilmælum til myndugleikarnar. Eisini hevur tann føroyska luttøkan í altjóða rannsóknum týdning í samráðingunum við hini strandarlondini.
Havstovan hevur í 2014 luttikið í greiningararbeiði, ið byggir á hesar kanningarnar. Frágreiðingarnar frá greiningararbeiðinum eru grundarlag undir samráðingum um nýtt býti av sild og svartkjafti millum londini.

 

Í samstarvi við norsku og íslendsku havrannsóknarstovurnar, luttók Havstovan í juli 2014 í kanning av makreli í Norðurhøvum. Kannaða økið var frá Norra og vestur í grønlendskan sjógv. Føroyar luttóku við Finni Fríða, ið bleiv leiðagur til endamálið. Á túrinum bleiv eisini æti og havfrøði kannað.

 

 

Magakanningar av uppsjóvarfiski eru gjørdar, og eisini er fitiinnihaldið og vøksturin av fiskinum í føroyskum sjógvi kannaður. Kanningarnar eru gjørdar bæði á rannsóknartúrunum og á fiski, sum er vinnuliga veiddur.

 

 

Árið 2014 endaði við einum spennandi kanningartúri hjá Tróndi í Gøtu í føroyskum sjógvi norðanfyri, har hann leitaði eftir, um sild møguliga er her um veturin. Sild frá hesum túrinum verður nú kannað nærri á Havstovuni.

 

 

Svartkjafta- og makrelstovnarnir eru væl fyri, men stovnurin av norðhavssild verður mettur at vera verri fyri, vegna lítla tilgongd í fleiri ár á rað.

 

 

 

Botnfiskur

Fleiri av botnfiskastovnunum, ið serliga halda til á innaru landgrunsleiðunum, hava verið illa fyri í nógv ár. Fiskiskapurin eftir flatfiski hevur hildnast stak illa, og veiðan av toski og hýsu hevur verið sera lítil í nógv ár. Tilgongdin hevur svikið og stovnarnir eru søguliga smáir. Í tey meira enn 100 árini við veiðuhagtølum, er hetta nógv tað longsta tíðarskeiðið við vánaligum fiskiskapi av toski og hýsu. Yngulkanningarnar og yvirlitstrolingarnar geva tó vón um ávísan bata og eisini var hugaligt at síggja, at væl kom undan av nebbasild í 2014. Hetta fiskaslagið plagar at hava góða ávirkan á fisk og sjófugl á Landgrunninum. Tíðin má vísa, hvussu tað fer at hildnast. Um hepni er við, ræður um hjá myndugleikunum at gera tað sum gerast kann, fyri at tað, sum vónandi er á veg, fær umstøður at seta til stovnin. 
Upsastovnurin hevur verið hampuliga støðugur hesi seinastu árini, men í 2014 hildnaðist fiskiskapurin tó ikki væl.

 

 

Onnur fiskasløg hava fingið størri týdning fyri botnfiskavinnuna. Longustovnurin hevur verið í vøkstri í fleiri ár og er væl fyri. Veiðan eftir brosmu hevur eisini verið lutfalsliga góð, og bæði fiskasløgini hava í farna ári verið gott íkast, serliga hjá línuskipunum.

 

 

Havstovan er farin undir at kanna botnfiskasløgini á djúparu havleiðunum við Føroyar. Serliga er stórt arbeiði lagt í at økja vitanina um longu og brosmu. Onnur sløg eru eisini á breddanum, og Magnus Heinason gjørdi í 2014 eina innleiðandi yvirlitstroling á djúpum leiðum eftir hesum fiskasløgunum. Hetta er fyrsta yvirlitstrolingin av hesum slagnum í útvið 20 ár, og vónandi verða umstøður at halda fram við hesum rannsóknum í komandi árum, soleiðis at meira fæst at vita um tilfeingið á okkara djúpu havleiðum, verður sagt í frágreiðingini um botnfiskin.

 

 

Víðari í frágreiðingini verður komið inn á gransking, førleikamenning og havrannsóknarskip.

 

 

Restin av frágreiðingini sæst her á heimasíðuni hjá havstovuni: 

 

 

http://www.hav.fo/index.php?option=com_content&view=article&id=465:havstovuaridh-2014&catid=7:tidhindi&Itemid=180