Nýggja uppsjóvarvirki í Fuglafirði, Pelagos, er ein stórur kundi hjá SEV. Men ikki ov stórur.
- Avbjóðingin er stór og skotbráið er stutt. Tað eru bara fimm mánaðir til, at virkið skal koyra. Men vit meta, at við at gera nakrar útbyggingar á kaiøkinum og á sjálvum virkinum, so fer tað at bera til. Tað staðfestir rakstrarleiðarin hjá SEV, Finn Jakobsen.
Greitt er tó, at uppsjóvarvirkið er so mikið krevjandi, at tá Pelagos er knýtt at skipanini hjá SEV í Fuglafirði, so er skipanin spent á tamb.
- Pelagos kennir treytirnar. Tey vita, hvussu vit eru skipað, tá tað kemur til tøkni og hvørji fólk, ið arbeiða við hesum júst nú. Tá skotbráið er so stutt, so hava vit nøkur fyrivarni. Vit kunnu ikki byggja elkervið til at nøkta tann eftirspurningin, sum eitt slíkt virki skapar, men vit hava ein ávísan fleksibilitet í elkervinum. So við at kobla um og optimera uppaftur meir, so fáa vit givið teimum tað orku, tey hava biðið um um eitt hálvt ár, greiðir Finn Jakobsen frá.
Sostatt fær SEV veitt Pelagos tann streymin, teimum tørvar, tá virksemið á uppsjóvarvirkinum skal byrja.
- Men vit mugu eisini hyggja eftir, um eykamátturin og alt tað, sum er vanligt í eini elskipan fyri at varðveita veitingartrygdina, skal útbyggjast. Tað fara vit at hyggja eftir, tí tá ein so stórur kundi kemur, so setur tað skipanina undir trýst,