Uppsagnirnar raka breitt í Eysturoynni

Ljóðbrot frá Rás 2

Men væntandi fáa tey flestu skjótt annað arbeiði, sigur Stig Davidsen, formaður í Arbeiðsmannafelagnum Hæddin.

 

Hetta er øgiliga keðiligt fyri okkara limir, sum eru koyrdir út í arbeiðsloysi, sigur Stig Davidsen, formaður í Arbeiðsmannafelagnum.

 

Hann heldur, at talan fyrst og fremst er um ung fólk, men eisini onkur vaksin og eldri eru ímillum og eisini nakrir útlendingar.

 

- Eg trúgvi, at ein partur av teimum finna skjótt arbeiði, men talan er um nógv fólk. Tað verður ringt hjá feløgunum rundan um her at svølgja 150 fólk, men ein stórur partur fær nokk arbeiði nokk so skjótt aftur, væntar hann.

 

Hann sigur, at tey vóru kunnaði um uppsøgnirnar áðrenn, so tey vóru til staðar beinanvegin, um onkur hevði tørv á hjálp frá arbeiðsmannafelagnum.

- Hava fólk brúk fyri hjálp, so mugu tey bara venda sær til okkum, so skulu vit hjálpa so frægt sum vit fáa, sigur Stig Davidsen.

 

 Trýst á pílin undir myndini fyri at hoyra samrøðuna við Stig Davidsen á Rás 2.