Uppsagnirnar í Kringvarpinum endaligar

Í dag fingu átta starvsfólk í Kringvarpinum endaliga at vita, at tey eru søgd úr starvi og royndin hjá Starvsmannafelagnum at fáa Kringvarpið at taka uppsagnirnar aftur er sostatt miseydnað Tað er nú greitt, at átta fólk í Kringvarpinum eru søgd úr starvi.

Ætlanin hevur verið at siga tey upp síðani nakað fyri jól, men í dag fingu tey so endalig boð um, at tey eru søgd upp.

Eftir at tey fingu ætlanarskriv um uppsøgnina í desember, hava tey havt høvi til at gera sínar viðmerkingar.

Tað gjørdu tey í farnu viku og síðani hevur leiðslan í Kringvarpinum viðgjørt svarini.

Men tað broytti ikki støðuna og í dag hava tey átta fólkini so fingið endaliga at vita, at tey eru søgd upp.

Sjey av hesum fólkunum eru limir í Starvsmannafelagnum og felagið royndi til tað síðsta at fáa Kringvarpið at taka uppsagnirnar aftur og heldur at royna aðrar leiðir, eitt nú at bjóða fólkið at arbeiða parttíð og at brúka ásetingarnar í sáttmálanum um eldrapolitikk, ella at flyta starvsfólk ímillum deildir.

Samstundis eru nýggj fólk sett í Kringvarpinum og Starvsmannafelagið heldur sostatt at Kringvarpið hevur ikki gjørt nokk fyri at sleppa undan uppsagnunum.

- Starvsmannafelagið heldur sostatt ikki, at haldgott grundarlag er fyri uppsagnunum og tí hevur felagið tikið fyrivarni fyri at stevna Kringvarpinum ella at leggja uppsagnirnar fyri Løgtingsins Umboðsmann.