Hósdagin í næstu viku fáa 160 læknar, sjúkrasystrar og onnur starvsfólk á sjúkrahúsinum í Herlev í Danmark at vita, at tey missa arbeiðið. Tað skrivar Berlingske Tidende.
Sjúkrahúsið í Herlev er ein partur av sjúkrahúsverkinum í Keypmannahavnar-økinum, og sambært blaðnum fáa fleiri starvsfólk á øðrum sjúkrahúsum í økinum somu boð teir næstu mánaðirnar.
Orsøkin er, at sjúkrahúsini skulu spara, og tað ber eisini í sær, at fleiri hundrað ósett størv verða ikki sett, skrivar Berlingske Tidende.