Uppsagnir kunnu gerast neyðugar

- Við skerjingini av áðalráðum verða nakrar dupultfunktiónir í fyrisitingini, og er tað nú uppgávan hjá teimum sjey aðalráðunum at rationalisera og spara. Tískil kunnu uppsagnir eisini gerast neyðugar, um vit skulu hála inn á hallið á 400 milliónir krónur á komandi fíggjarlóg, sigur Jóannes Eidesgaard løgmaður. Við broytingunum í fyrisitingini sigur hann seg nú hava slóðað fyri komandi sparingum og møguligum uppsagnum

Føroyska fíggjarlógin stendur í løtuni at fáa eitt hall á góðar 400 milliónir krónur, og sambært løgmanni er tískil alneyðugt hjá ráðunum at rationalisera og effektivisera fyrisitingina. Í teimum broytingum, sum í hesum valskeiði eru framdar, eru aðalráðini farin frá níggju niður í sjey, men tó hava ongar uppsagnir verið, og ein kann tískil spyrja, hvar sparingarnar eru, um embætisverkið er eins stórt og áður.
- Í fyrstu syftu spara vit bert tvær landsstýrismannalønir, sum er ein góð millión um árið, men við niðurskurðinum av aðalráðum verða sjálvsagt nakrar dupultfunktiónir, og tískil er uppgávan nú at finna tey øki, har vit kunnu spara, sigur løgmaður. Jóannes Eidesgaard vísir á, at tað í fyrstu syftu ikki hevur verið gjørligt at skerja samlaða embætisverkið og niðurleggja uppgávur, men eftir at aðalráðini nú eru tvey færri, eru møguleikarnir betri at spara.
- Hetta er so uppgávan hjá núverandi sjey ráðum, og í ljósinum av samlaðu búskaparligu støðuni kunnu uppsagnir gerast neyðugar, hóast tað ongantíð er eitt mál í sær sjálvum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Løgmaður væntar ikki, at tað verður gjørligt at berja niður hasar 400 milliónirnar, uttan at avleiðingarnar verða ov ógvusligar fyri føroyska samfelagið, men hann er sannførdur um, at tað eigur at lata seg gera at spara í almenna sektorinum og fyrisitingini, so hallið gerst so lítð sum gjørligt.
- Tað verður fokuserað so nógv uppá, at sparingar ikki eru framdar í teimum broytingum, sum júst eru framdar, men tað er tað, vit við skerjingini av aðalráðum hava ruddað slóð fyri, og nú er so klárt at taka næsta stigið, sigur Jóannes Eidesgaard.
Spurdur, um Føroya fólk sostatt skal vænta uppsagnir í fyrisitingini í framtíðini, er løgmaður avgjørdur.
- Skulu vit fáa eina nøkunlunda borðbara fíggjarlóg, kunnu vit ikki bert hyggja at sparitiltøkum aðrastaðni í samfelagnum men mugu eisini finna sparingsmøguleikar hjá okkum sjálvum, og m.a. kann hetta merkja, at færri fólk vera at fremja uppgávurnar, ásannar Jóannes Eidesgaard.
Enn er ov tíðliga at áseta tal av uppsagnum, men løgmaður ivast ikki í, at sparast kann á nógvum økjum, og at Føroya fólk tískil kann vænta sær skerjingar í almennu fyrisitingini næstu fýra árini.

Politikarar stýra embætisverkinum
Í viðmerking í Sosialinum í gjár sigur fyrrverandi løgmaður Anfinn Kallsberg, at við skerjingunum av aðalráðum er embætisverkið vorðið sterkari, meðan politiska stýringin er viknað. Í viðmerking til hetta heldur Jóannes Eidesgaard, at embætisverkið ongantíð gerst sterkari, enn politiska stýringin loyvir.
- Um vit hava nóg sterkar politikarar, og um teir sjey núverandi landsstýrismenninir vita, hvat teir vilja, fær embætisverkið ikki ov stóra ávirkan, og so verður hetta ikki nakar trupulleiki. Embætisvaldið kann ongantíð fara longri, enn politiski myndugleikin loyvir, og tí er hesin spurningur tengdur at framferðarhátti hvørjum politikara sær, sigur løgmaður um viðmerking Anfinn Kallsbergs í gjár.
Samanumtikið undirstrikar løgmaður, at við skerjingini av aðalráðum og broytingunum í fyrisitingini er fyrsta stigið at spara tikið.
- Lat nú hesi aðalráðini koma í gongd, áðrenn vit finna útav, hvar vit víðari kunnu spara, t.d. við at redusera núverandi embætisverkið, tí hallið á fíggjarlógini er ein veruleiki, vit mugu fyrihalda okkum til og føra okkara politikk út frá, sigur landsins hægsti myndugleiki, Jóannes Eidesgaard at enda.