Uppsagnir hjá Landsverki

Fimm fólk hjá Landsverki í Suðuroy hava í dag fingið uppsagnarskriv Nýggjar tíðir við kapping, dýrkaður framleiðslukostnaður og skerdar játtanir hava gjørt, at asfaltframleiðslan hjá Landsverki er minkað niður í eina helvt. Tískil noyðist stovnurin nú at minka um starvsfólkaliðið í grótbrotinum í Porkeri, sum letur alt tað føroyska grótið, sum verður brúkt í asfaltframleiðsluni.

Tað skrivar Landsverk á heimasíðuni. Sagt verður, at stovnurin noyðist nú at siga fimm starvsfólkum í Suðri úr starvi. Tey uppsøgdu fingu handað ætlanarskriv á miðdegi í dag. Aftaná varð avgerðin kunngjørd fyri øllum starvfólkunum hjá Landsverki í Suðuroy.

Orsøkin til uppsagnirnar er, at grundarlagið fyri størvunum er burtur.

Fýra av teimum uppsøgdu hava arbeitt í grótbrotinum í Porkeri, sum letur alt tað føroyska grótið, sum verður nýtt í asfaltframleiðsluni hjá Landsverki. Men asfaltframleiðslan hjá Landsverki er so nógv skerd, at grundarlag er ikki fyri at hava so nógv starvsfólk í arbeiði í grótbrotinum longur, sigur Landsverk.