Finska flogfelagið Finnair kunngjørdi í gjár, at tað fer at siga 71 starvsfólkum á farmadeildini úr starvi næsta ár. Hesar uppsagnirnar koma afturat 300 øðrum, sum felagið hevur boðað frá fyrr.
Leiðslan í Finnair sigur, at hon hevur endurskoðað fíggjarætlanina, sum bleiv løgd í summar, og at niðurstøðan er, at felagið má spara í minsta lagi fýra milliónir evrur á farmadeildini. Í einari fráboðan til virðisbrævamarknaðin í Helsinki sigur felagið, at farmaflutningurin fer at minka 10 prosent næsta ár, og at felagið noyðist at laga seg eftir tí.