Uppsagnarmálið á Vinnuháskúlanum

Aftursvar til Jógvan á Lakjuni

Felagið Maskinmeistaralærarar
29. sept. 2006


Í Sosialinum mikudagin 27. sept. 2006 er ein grein um Vinnuháskúlan og ætlaðu uppsøgnina av einum lærara. Mentamálaráðharrin roynir at greiða fløkjuna, sum hann og aðalráð hansara hava vavt seg uppí. Hesum kemur hann ikki serliga væl frá. Tí koma vit við hesi frágreiðing:

Grundin til, at málið um fíggjarliga óreglusemið á Maskinmeistaraskúlanum (nú Vinnuháskúlin, VH) kom undan kavi, var ein grein í Oyggjatíðindum 19. mai 2006. Í blaðgreinini roynir leiðsla skúlans: stjórin, varastjórin og fíggjarleiðarin at káva út yvir óskilið. Landsstýrismaðurin biður í somu grein um eina frágreiðing. Tann 20. juni sendir PJ nøkur skjøl, sum hann hevur fingið alment innlit í, til MMR saman við eini frágreiðing. Hesi skjøl prógva, at alt er ikki farið rætt fram. Nú er eldur í skálanum, tí tann 31. mai hevur MMR fingið eina sera tunna frágreiðing við ongum fylgiskjølum frá skúlanum. Stórur munur er á hesum frágreiðingum.

So gongur tíðin, og onki hoyrist. Seinast í august 2006 fer MMR í gongd við málið. Í staðin fyri at kanna málið um óreglusemið nærri, velur MMR at søkja at læraranum, sum hevur sent teimum skjølini.

Fríggjamorgunin 25. august 2006 er fundur á Vinnuháskúlanum millum leiðslu skúlans og Mentamálaráðið (MMR). Fakfelagið hevur biðið um alment innlit í fundarfrágreiðingina frá hesum fundi fyri at fáa at vita, um málið um PJ varð umrøtt. Á fundinum eru: ein embætismaður úr MMR, stjórin á VH og varastjórin, sum las við fullari løn.
Sama dag undirskrivar embætismaðurin úr MMR trý brøv, sum øll snúgva seg um PJ.

Fyrsta brævið er stílað til PJ og ber yvirskriftina Viðvíkjandi óreglusemi á Maskinmeistara-skúlanum. Í brævinum verður sagt: Mentamálaráðið skal hervið boða frá, at avrit av brævi tygara, dagfest 20. juni 2006, verður sent til skúlan, við boðum um at taka málið upp saman við tygum.
Tá ið Sosialurin skrivar, at MMR heitti á læraran um ..., so er tað ikki rætt.

Annað brævið er stílað til stjóran á Vinnuháskúlanum og hevur yvirskriftina Viðvíkjandi PJ.
Sagt verður í brævinum: Vísandi til teldubræv, dagfest 19. desember 2005, frá Mentamálaráðnum til PJ, við avriti til tygara, vil Mentamálaráðið hervið heita á tygum um at taka málið upp til viðgerð saman við PJ. Onki verður nevnt í brævinum um nakra virðiliga loysn, so her fer landsstýrismaðurin skeivur.

Triðja brævið er sent Løgtingsins Umboðsmanni við hesum orðaljóði:  Vísandi til bræv tygara
... hevur Mentamálaráðið avgjørt ikki at gera fleiri viðmerkingar til málið. Tað tykist løgið, at MMR tann 7. juli 2006 biður Umboðsmannin um longda svarfreist til 1. sept., tá ið MMR kortini onki hevur at viðmerkja. Málið, sum Umboðsmaðurin viðger, snýr seg um, at bæði stjórin og MMR noktaðu PJ at arbeiða hálva tíð á skúlanum frá august 2005 og árið út hóast skrivligt tilmæli frá serlækna. Málið varð sent Umboðsmanninum 13. mars 2006, og fellur avgerðin helst um stutta tíð.

Tá ið skúlastjórin tann 1. sept. 2006 kallar PJ inn á skrivstovuna, er ongin ivi um, at stjórin ger eftir boðum úr MMR, tí hann sigur: Tá eg fái eitt so alvorligt bræv frá MMR, so noyðist eg at handla. Stjórin hevði tá leitað fram teldubrævið frá 19. des. 2005, sum er partur av málinum, ið varð sent Umboðsmanninum 13. mars 2006. Í teldubrævinum skrivar MMR:  ... illoyalitetur kann fáa avleiðingar fyri starvsetan tygara.

So hendir tað, at ÚF tann 11. sept. 2006 ber tíðindini um, at Umboðsmaðurin átalar landsstýrismannin, tí hann hevur givið boð um, at 12 lærarar í Hoydølum skulu fáa ávaring. Sama dag er hetta mál lagt út á heimasíðu Umboðsmansins.

Dagin eftir, tann 12. sept. 2006 verður ætlanarskriv um uppsøgn handað PJ á stuttum fundi. Einastu grundgevingar stjórans í skrivinum eru brøvini frá MMR, dagf. 19. des. 2005 og 25. aug. 2006.

Fríggjakvøldið 15. sept. 2006 kl. 18.30 ber ÚF tíðindini um at ein lærari á Vinnuháskúlanum skal sigast úr starvi. Ein tíma seinni fer eitt teldubræv úr MMR út í Tinganes til løgmann, tí løgmaður er kunnaður um málið og hevur biðið um viðmerkingar frá MMR. Nú skrivar MMR: Ætlanin við áheitanini frá MMR var, at skúlin og PJ kundu taka málið upp í felag, fyri síðani at finna fram til eina virðiliga loysn í málinum. Skrivið frá MMR til Vinnuháskúlan er als ikki ein áheitan á skúlan um at siga PJ úr starvi, og vísast skal eisini á, at skúlin hevur setanarmyndugleikan.
Ongin ivi kann vera um, at hetta er ein kúvending í mun til tað, sum MMR áður hevur skrivað og ætlað.

Nú kann so ein og hvør meta um, hvørt MMR hevur virkað sum kærumyndugleiki í hesum starvsfólkamáli, tí sum landsstýrismaðurin sigur: Hetta er heldur ikki eitt mál, sum MMR hevur nakað við at gera ... og tí er tað ikki fyrr enn ein møgulig kæra kemur, at vit koma upp í málið.
Felagið hevur longu umhugsað at kæra málið til Løgmansskrivstovuna í staðin fyri til MMR, um uppsøgnin verður framd í verki, tí felagið hevur ta áskoðan, at MMR hevur verið alt ov nógv uppi í málinum.

Um landsstýrismaðurin veruliga ynskir, at allur sannleikin kemur fram um møguliga óreglusemið á skúlanum, so átti hann at takkað PJ fyri frágreiðing hansara, dagf. 20. juni 2006. Var hon ikki send MMR og øðrum myndugleikum, so varð málið tagt burtur.
At MMR góðtekur einkisigandi frágreiðing skúlans, dagf. 31. mai 2006, og boðar frá, at MMR ger ikki meira við málið ..., týðir ikki uppá, at MMR vil hava allan sannleikan fram.

Felagið bíðar enn eftir, at ætlanarskrivið um uppsøgn verður tikið aftur, og lærarin fær eina treytaleysa umbering frá leiðslu skúlans og MMR.