Tíðliga seinnapartin var grannauppgerð í Betrideildini hjá kvinnum á ovara vølli í Gundadali millum HB og B36.
Longu í steðginum var HB á odda 4-0. Lisa Haraldsen (myndin) skoraði hattrick.
HB hevur 22 stig fyri 10 dystir og er næstfremst í deildini. B36 hevur 12 stig á fimta plássinum.
Klokkan 18 byrjar dysturin í Sarpugerði í Norðragøtu millum Víking og KÍ.
B36-HB 0-6 (0-4)
0-1 Sunniva Willemoes (2.)
0-2 Rúna Jacobsen (17.)
0-3 Lisa Haraldsen (30.)
0-4 Rúna Jakobsen (39.)
0-5 Lisa Haraldsen (67.)
0-6 Lisa Haraldsen (79.)
Kelda: dystir.fo











