Tórshavn 22. Februar
Til
Anfinn Kallsberg, løgmann
Tinganes
Undirritaða er vorðin kunnað av løgmanni, at hann hevur fingið eina løgfrøðisliga meting av kunngerðunum viðvíkjandi lógini um almannapensjónir, sum kom í gildi í fjør, og sum sáar iva um heimildirnar fyri teimum kunngerðum, sum vóru gjørdar.
Hóast eg ikki eri samd við niðurstøðunum, vil eg á ongan hátt, at nakar ivi skal vera um tað arbeiði, sum eg havi gjørt og geri sum landsstýrismaður, tað virði eg starvið ov mikið til.
Tí fari eg at biðja løgmann at loysa meg úr starvi sum landsstýrismaður.
Vinarliga
Helena Dam á Neystabø










