Mentamálaráðið hevur staðfest, at Kringvarpið hevði ikki sakligar grundgevingar fyri at siga fyrrverandi programleiðaranum úr starvi. Tað elvdi til rok, tá Kringvarpsleiðslan tann 1. februar segði átta fólkum úr starvi.
Sjey av hesum kærdu uppsagnirnar, og meðan seks av hesum vórðu staðfestar, tá Mentamálaráðið herfyri viðgjørdi kærurnar, varð tann sjeynda ógildað.
Hetta var kæran frá Jógvani Arge, sum var programleiðari, tá hann varð uppsagdur.
- Ongin ábending er í skjølunum í málinum, um at onnur grund enn sparing er orsøk til, at starvsfólkið er sagt úr starvi, men sparingin hevði verið størri, um starvsfólkið hevði fingið tilboð um starvið sum journalistur, sum varð lýst leyst stutt undan uppsagnartilgongdini. Harumframt er týðandi málsviðgerðarfeilur gjørdur, skrivar Mentamálaráðið í síni niðurstøðuð.
Hetta merkir samstundis, at Jógvan Arge formliga enn er í føstum starvi í Kringvarpinum. Og skal leiðslan í Kringvarpinum nú royna at finna eina semju við fyrrverandi programleiðaran um málið.