Uppsøgnin av tveimum fysioterapeutum á Suðuroyar Sjúkrahúsi er nú veruleiki

Tað vil siga, at nú er avgjørt at niðurleggja ta ambulantu viðgerðina í fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsið.

Tað, ið ger, at vit meta tað neyðugt at gera vart við avleiðingarnar, er ikki bert, at tveir góðir arbeiðsfelagar verða sagdir úr starvi, men í størri mun, at í almenna kjakinum er ikki nóg stórur dentur lagdur á avleiðingarnar, ið uppsagnirnar hava á fólkini, ið búgva í Suðuroynni.

Í fysioterapiini á Suðuroyar Sjúkrahúsi er arbeiðið býtt í tríggjar høvuðsbólkar:


1.Viðgerð av innløgdum sjúklingum á sjúklingadeildini.


2.Viðgerð og viðlíkahaldsvenjing á Ellis-& Røk-tarheiminum.


3.Ambulantar viðgerðir.


Beinleiðis avleiðingin av uppsagnunum er, at ambulanta viðgerðin steðgar. Hetta er ikki ein tóm hóttan, men einasti hugsandi møguleiki, um teir eftirverandi fysioterapeutarnir skulu gera sítt arbeiðið við røttu dygdini. Tað er óhugsandi at skerja viðgerðina á sjúklingadeildini og ellis-& røktarheiminum, um ætlanin er at tryggja førleikan hjá teimum innløgdu og lívsvirðið hjá teimum gomlu. Tað snýr seg um arbeiðsuppgávur, ið ikki kunnu skerjast, um sjúklingadeildin og ellisheimið skulu varðveitast.

Ambulantu viðgerðirnar eru m.a. uppvenjing/viðgerð av sjúklingum, ið eru útskrivaðir av sjúklingadeildini, t.d. fólk við brotið á ørmum og beinum ella fólk við lammilsi eftir blóðtøpp í heilanum.

Somuleiðis sjúklingar við ávísing frá kommunulækna við atliti til uppvenjing/afturvenjing, oftast orsakað av gikt, kropsligum brekið, sjúkraskriving vegna hald í rygginum ella høvuðpínu, eins og børn við rørslu trupulleikum.

Kommunulæknin ávísir sjúklingar til fysioterapi á sjúkrahúsinum, av tí at tað rætt og slætt ikki er orka hjá teimum báðum privatu fysioterapistovnunum í oynni. Sum lógin er nú, er forðan sett fyri, at fleiri stovnar verða her.

Sjálvandi verða eisini ávisingar gjørdar tí sjúkrahúsið hevur hentleikar sum heittvatnshyl og vælútgjørda venjingarhøll, ið er sera væl egnað til hesar sjúklingarbólkar.

Hvussu nógvar sjúklingar er so talan um? Í 1999 var talan um 263 sjúklingar. Væntast kann, at áðrenn jól í ár kemur hetta at raka minst 100 sjúklingar. Tá er fyrivarni tikið fyri at helvtin av árinum er gingið, og privatu stovnarnir taka sær av nøkrum av teimum írestandi sjúklingunum.

So spurningurin er einfaldur: Tá hesi fólk ikki kunnu fara á sjúkrahúsið, hvar skulu tey so fara?


Fysioterapiin á Suðuroyar Sjúkrahúsi.