Upprunafólk viðurkennast

Í Avstralia sigur John Howard, forsætisráðharri, at verður hann afturvaldur, fer hann at skriva út fólkaatkvøðu, sum skal staðfesta, at aboriginararnir skulu fáa støðu sum upprunafólkið í Avstralia, og at tað skal setast í sjálva grundlógina. Av teimum 20 milliónunum, sum búgva í Avstralia, eru ein lítil hálv millión aboriginar.