Upprudding í B36

Eftir tapi fyri B71, sum eftir øllum at døma merkti eitt farvæl til heiðursmerki, er eitt rættuligt uppruddingararbeiði farið í gongd í B36, og er tað fyrst og fremst útlendska arbeiðsmegin, sum stendur fyri skotum.

Byrjanin var góð, men nú er Pelle Andersson á veg úr B36


Jákup Mørk


Tá B36 sunnudagin á heimavølli mátti lúta fyri B71, merkti hetta eftir øllum at døma, at talan ikki verður um heiðursmerki av nøkrum slag hetta kappingarárið.

Tað letur ikki til, at leiðsla felagsins á nakran hátt ætlar at góðtaka støðuna uttan víðari, og fyrsta avleðingin av hesum sást longu mánakvøldið, tá B36 leikararnir savnaðust til venjingar.


Pelle á veg burtur

Tað var nevnliga ikki Pelle Andersson, men ístaðin vanligi hjálparvenjari hansara, Piotr Krakowski, sum stóð fyri venjingini av leikarunum.

Kristian á Neystabø, formaður í B36, sigur við Sosialin, at sum støðan er í løtuni, er venjarin ikki sagdur úr starvi:

- Fyri fyrst hava vit valt at umhugsa støðuna í nakrar dagar, var einasta viðmerkingini frá formanninum, sum í løtuni er staddur uttanlands. Hann sigur seg ikki vilja gera aðrar viðmerkingar til málið fyrr enn hann er afturkomin til Føroya.

Kristian á Neystabø var eisini staddur í Danmark sunnudagin, tá umrøddi dysturin móti sandoyingum varð leiktur, men sum skilst, hevur hann umvegis telefon verið við á fundi sunnukvøldið, tá støðan í felagnum var umrødd.

Sostatt er ikki endaliga greitt, um Pelle verður sagdur úr venjarasessinum, men tað kann tó tykjast torført at venda aftur í hesum máli, og verður tí frá flestu síðum gitt, at hetta verður veruleiki ein av fyrstu døgunum.

Beint áðrenn evstamark okkara týsdagin, bórust tíðindi um, at Pelle Andersson hevði endaliga sagt seg úr venjarastarvinum.


Darius ongan sáttmála

Tað verður ofta tikið til, at tá tað gongst einum liði illa, er lættasta loysnin at koyra venjaran úr starvi. Tað er jú lættari at senda ein mann til hús enn at senda 11 leikarar avstað.

Søgan um verandi støðuna í B36 steðgar tó ikki við venjaraspurninginum. Hóast tað enn ikki er endaliga greitt, um venjarin verður skiftur út, so kann við vissu staðfestast, at leikarahópurin er minkaður nakað síðani dystin sunnudagin.

Tað gekk ikki friðarliga fyri seg, tá Darius Magdisauskas í summar skifti frá FS Vágum til B36, men fremsta orsøkin til, at FSF tá skrivaði nýtt spæliloyvi til B36 var, at litavin ikki hevði FSF-góðkendan sáttmála við leikaran, og tí ikki kundi afturhalda spæliloyvi hansara.

Nú kennir B36 sviðan av somu reglu, tí eftir øllum at døma fer Darius av landinum í dag. B36 hevur ikki nakran FSF-góðkendan sáttmála við Darius, og tí fáa teir sum so einki gjørt við støðuna.

Kristian á Neystabø váttar, at litaviski verjuleikarin ikki hevur gjørt sáttmála við B36. Hann sigur, at Darius sjálvur bað um at koma til felagið at royna seg, men at partarnir ikki gjørdu nakran sáttmála.

Eftir hvat skilst, fer Darius í dag til Svøríkis, har hann skal royna seg hjá Sleipnir. Tað kann leggjast afturat, at júst Sleipnir er barndómsfelagið hjá venjaranum, Pella Andersson


Eingin útlendskur leikari

Umframt Darius, hevur B36 eisini havt tveir aðrar útlendingar við í leikarahópinum, men ikki er líkt til, at nakar av hesum verður við, tá B36 um tvær vikur fer til Klaksvíkar.

Håkan Lundholm hevur síðani kappingarársbyrjan, men hann hevur havt sera trupult við at vinna sær fast pláss á liðnum, so nú gongur leið hansara allarhelst aftur til Svøríkis.

Eftir at John Petersen fór til Íslands at spæla, hevur eisini verið greitt, at B36 so at siga hevur manglað eina dimensión í álopsspælinum. Fyri at bøta um hetta, fekk felagið í summar fatur í pólverjanum, Maciej Maryniak. Avrikini frá hansara síðu hava tó ikki verið eins góð, sum væntað og roknað við, og tí hevur felagið gjørt av at steðga samstarvið við pólverjan.

Sostatt er nú líkt til, at B36, ta sum efir er av kappingarárinum, verður meira føroyskt, enn teir hava verið seinnu árini.

Undantakið er Piotr Krakowski, sum heldur fram á venjarabeinkinum, eftir øllum at døma sum høvuðsvenjari. Piotr verður tó meira ella minni roknaður sum føroyingur, nú hann hevur fingist við føroyskan fótbólt seinastu 12 árini. Fyrst sum spælari og síðani sum venjari.