Beint fyri middag í gjár komu boð úr Tinganesi til føroysku fjølmiðlarnar um, at teir stutt eftir middag kundu koma og heinta nógv umtalaða uppritið til ríkisrættarligu samráðingarnar við donsku stjórnina.
Men samstundis varð greidliga gjørt kunnugt, at uppritið varð latið í trúnaði, og at fjølmiðlarnir tískil ikki kunnu endurgeva úr tí fyrr enn uttanlandsnevndin er liðug at viðgera tað.
Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanlandsmálum, sigur orsøkina til, at fjølmiðlarnir nú hava fingið uppritið vera, at landsstýrið metir tað vera rætt, at miðlarnir sleppa at kunna seg við innihaldið í tí, áðrenn tað verður almannakunngjørt og tískil kemur út til alment kjak.
Høgni Hoydal heldur tað vera týdningarmikið, at myndugleikarnir og fjølmiðlarnir hava álit á hvørjum øðrum. Tí heldur hann tað vera púra rætt at lata miðlunum álitið.
? Vit hava ásannað, at fjølmiðlarnir fingu Hvítubók ov seint, og av tí sama fingu teir ikki stundir at fyrireika seg væl til viðgerina av henni, árenn hon varð almannakunngjørd, sigur Høgni Hoydal, ið kortini ikki vil siga, um hann var nøgdur við viðgerð fjølmiðlanna av Hvítubók.
Eisini heldur ásannar Høgni Hoydal, at hernaðarfrágreiðingin varð latin fjølmiðlunum í so seint.
Uttanlandsnevndin hevur fund aftur fríggjadagin. Verður hon tá ? eins og væntað ? liðug at skriva álit, verður uppritið tá almannakunngjørt.